Edmund: Prinsurin var ein verðinsmaður

Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, hevur fleiri ferðir hitt Heindrik, prins, og lýsir hann sum ein sannan verðinsmann.

 

Tingmaðurin sigur, at Heindriki, prinsi, altíð tóktist at dáma væl at vera í Føroyum, og stuðlaði hann altíð drotningini væl.

- Sum løgmaður, løgtingsformaður og fólkatingsmaður havi eg umboða Føroyar, bæði uttanlands og í Føroyum til ymisk høvi saman við prinsinum. Hann var altíð eitt gott umboð fyri kongshúsið og allan Ríkisfelagsskapin, sigur Edmund Joensen.

 

Tað hevur mangan verið rumbul rundan um Heindrik, prins, og donsku miðlarnir hava ikki altíð verið so góðir við franskmannin. Edmund Joensen heldur, at Heindrikur, prinsur, við sínum verumáta, skapti lív í Kongshúsinum.

- Heindrikkur setti kulør á Kongshúsið vi∂ sínum humor, og hann talaði nógv mál – kinesiskt, vietnamesiskt, franskt, enskt, svenskt og týskt – so hann var ein verðinsmaður vi∂ breiðum útsýni um allan heim. Hann var lættur av lyndi og góður at samskifta við, sigur hann.

 

- Hann var raskur at umboða Danmark. Hann var meira enn 50 ferðir uttanlands og umboðaði donsk áhugamál. Føroyskar fyritøkur hava helst gjørt ov lítið av at hekta set uppá, tí hann lat hurðar upp – saman við drotningini, sigur fyrrverandi løgmaður og fólkatingsmaðurin.

 

- Heindrikkur prinsur er nú farin, hann verður saknaður, og við hesum lýsa vit frið yvir minni hansara, sigur Edmund Joensen.