Edmund skjýtur seg sjálvan í fótin

Høgni Hoydal minnir fólkatingslimin á, at Edmund Joensen sjálvur atkvøddi fyri avlurtingarpakkanum.

Føroyar skulu sjálvar rinda fyri útgerðina, sum krevst, nú avlurtingarpakkin skal setast í verk.

 

Tað var niðurstøðan, sum danski løgmálaráðharrin, Mette Frederiksen, bar Johan Dahl fyrradagin. Danski løgmálaráðharrin vísti á, at avlurtingarpakkin, sum varð samtyktur á vári farna ár, kemur undir telelóggávuna, ið er føroyskt málsøki. Tískil hefta Føroyar sjálvar fyri gjaldi. 

 

Í kjalarvørrinum av hesum, fanst føroyska fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin, Edmund Joensen, at yvirtøkum í føroyskum politikki. Sambært honum, taka føroyingar alt ov drúgvar kostnaðarmiklar uppgávur á seg.

 

- Nýggjasta dømið er, hvør skal gjalda rokningina fyri avlurtingarpakkan. Vit kunnu diskutera leingi, um pakkin er neyðugur ella ikki. Men líka mikið, hvør loysn verður vald, so endar rokningin hjá tær og mær. Annaðhvørt sum skattgjaldari ella brúkari av teletænastum, skrivar fólkatingslimurin á sínum Facebook vanga.

 

Høgni Hoydal, tinglimur fyri Tjóðveldi, vísir á, at Edmund sjálvur atkvøddi fyri avlurtingarpakkanum, umframt fleiri av sitandi samgongulimunum. 

 

Les eisini: Avlurtingarpakkin avdúkar Sambandsflokkin

 

- Tað, sum veruliga kostar fyri Føroya fólk í mistum møguleikum og inntøkum, er tann oyðileggjandi sambandspolitikkurin og ábyrgdarloysið, sum Edmund Joensen roynir at agitera fyri. Enntá í einum máli, har hann sjálvur hevur kroyst ein avlurtingarpakka niður um høvdið á øllum føroyingum, sigur Høgni Hoydal.