Ólavsøkuframsýning
Malan Marnersdóttir, formaður í Listafelag Føroya, er væl nøgd við undirtøkuna, sum ólavsøkuframsýningin í Listaskálanum fekk um ólavsøkuna.
Framsýningin, sum hevur 94 ymisk verk, ið tilsamans 31 listafólk hava gjørt, 17 kvinnur og 14 menn, var opin báðar ólavsøkudagarnar frá klokkan 14 til 20. Eini níggju av listafólkunum, sum eru við í ár, hava ikki verið við á ólavsøkuframsýningum áður.
- Jú, vit eru sera væl nøgd. Talið av vitjandi hesar báðar dagarnar lá omanfyri 800, og tað er umleið helmingurin meira enn á framsýningini í fjør, sigur hon.
Tá Sosialurin var fram við í Listaskálanum uppundir afturlatingartíð ólavsøkudag, vóru eisini fleiri fólk inni á gólvinum og sóu framsýningina, sum í ár hevur betri pláss enn seinastu undanfarnu árini.
Ólavsøkuframsýningin er eisini ein søluframsýning, sum hongur uppi og kann síggjast í Listaskálanum fram til 9. august, tá hon er opin millum klokkan 11 og 17.
Listaverk, sum verða seld, koma soleiðis at hanga, til framsýningin letur aftur.
-Hóast listaverkini eru út við 100 í tali, hildu fólk, sum vit tosaðu við, at framsýningin kortini ikki virkaði so ”stappað”, nú framsýningin eisini fevnir um hølini, har listaverkstaður var áður, sigur Malan.
Ymisk landsløg
Listafelag Føroya hevði hesaferð valt temaið, tey rópa Landslag.fo/09 við undirtekstinum ”avmyndan – umskapan – avskapan”, og tað er einki at taka seg aftur í, at hugflogið hjá fleiri av teimum 31 listafólkunum er stórt.
- Vit hava nøkur listaverk, sum ímynda landslagsmyndir, ið vit kenna aftur ígjøgnum tíðirnar, men í flestu førum hava listafólkini ”spælt” við sítt hugflog og síni evni og hava skapt landsløg í ymiskari og breiðari merking, sigur Malan Marnersdóttir.
Vit kunnu leggja aftrat, at her eru smærri listaverk, ið avmynda kvinnukroppin sum ”landslag” og heilt til Lítlu Dímun hjá Ole Wich, sum er bygd upp við rundjørnum og gummibondum – og er heilar fýra metrar høg.
Malan vísir á, at fólk, sum hon hevur tosað við, hava víst ymiskum verkum hjá ymiskum listafólkum stóran áhuga.
- Tað er ikki mín uppgáva at nevna nøkur ávís verk burturúr, men listaverkið Monotóm Mondrian hjá Ole Wich, The Promised Land hjá Edwardi Fuglø eins og MMM... landslag hjá Jón Sonna Jensen eru millum tey, sum eg havi skilt hava skapt forvitni – og partvís umrøðu inni á gólvinum.
Hon sigur, at onnur verk sum eitt nú Einsemi – Øvut landslag hjá Astri Luihn eisini hava havt stóran áhuga.
- Tað er annars ógvuliga ymiskt, hvat fangar fólk. Sumt fangar hjá onkrum, okkurt annað hjá onkrum øðrum, og soleiðis eigur tað eisini at vera.
Formaðurin í Listafelag Føroya heldur, at øll listaverkini, sum vald eru út til ólavsøkuframsýningina, eru verd at síggja – og soleiðis øll framsýningin eisini.
- Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum framsýningin higartil hevur fingið, og vit vilja minna á, at høvið er hjá fólki fram til 9. august at hyggja fram við í Listaskálanum, sigur Malan Marnersdóttir, formaður í Listafelag Føroya.