Tað er greitt, at tað verður ikki gjarað út við landsstýrissessum til tess at fáa kabalina at ganga upp, sum vit hava sæð áður. Vit hava tríggjar ferðir havt níggju landsstýrisfólk, seinast tá undanfarna samongonga varð skipið beint fyri jól í 2022.
Men soleiðis verður ikki hesaferð. Tað er greitt, eftir at nýskipanarnevndin mælti undanfarna landsstýri til at byrja við sær sjálvum og skerja aðalráðini úr 9 niður í 6. Og so varð gjørt 1. desember í fjør.
Tí er tað óhugsandi, at samráðingarnar, sum nú eru í gongd, endað við 9 landsstýrisfólkum. Helst endar tað við 6 fólkum, men tað kann kortini enda við 7, so sum Beinir Johannesen hevur gloppað møguleikanum fyri.
Fólkaflokkurin er nógv tann størsti í samgonguni og fær løgmann. So er bara spurningurin, hvussu valdið kann javnast millum flokkarnar við tungum málsøkjum.
Helst fær Sambandsflokkurin løgtingsformannin, har Johan Dahl er mest sannlíki kandidaturin til starvið.
Í gjárkvøldið segði Beinir Johannesen, at tey vóru kom væl áleiðis við samgonguskjalinum, og at tað tá ikki var nógv eftir, til eitt útkast var klárt.
Hann segði, at ávísir knútar vóru eftir at loysa, sum semja ikki var fingin um enn – uttan at siga, hvat hendan ósemjan snúði seg um.
Samráðst verður ikki á páskum, men samráðingarnar verða tiknar uppaftur týsmorgunin.
Greitt er ikki enn, hvussu tætt undir land tey eru komin við samgonguskjalinum.
Men málsøkjabýtið kann gerast trupult. Tað er eisini hent, at samgongusamráðingar eru slitnaðar upp á málsøkjabýtið. Tað hendir í 1994, tá Sambandsflokkuin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samráddust um landsstýrið. Flokkarnir høvdu undirskrivað samgonguskjalið, men fóru kortini hvør til sítt, tí teir ikki samdust um málsøkjabýtið. Nýggj samgonga varð tá skipað millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Verkamannafylkingina.
Hesaferð er mest sannlíkt, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tveir landsstýrissessir, og at Fólkaflokkurin fær løgmann og ein landsstýrissess – ella kanska tveir.









