Felagskirkjulig gudstænasta 7. apríl

Aftur í ár skipa kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy fyri felagskirkjuligari gudstænastu. Í ár verður gudstænastan í katólsku kirkjuni – Mariukirkjuni týsdagin 7. apríl kl. 19.30.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

 

Á skránni verður tala, sangframførsla, felagssangur og upplestur. Á hvørjum ári hevur verið ein innsavning til eitt góðgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til verkætlanina  LivLívið  hjá Bláakrossi.

 

Meira kunning er á folkakirkjan.fo.