Norrøna kundi ikki liggja í Hirtshals, tí aðrar ferjur skuldu brúka ferjuleguna, og fór avstað um hálvgvum fýratíðina í nátt.
Men í staðin fyri at seta kósina móti Føroyum gjøgnum Skagerrak og Norðsjógvin, fór hon eystur um Skagens Odde, har hon nú liggur og krokar uttan fyri Aalbæk Bugt.
Skiparin, Petur av Vollanum, segði við Kringvarpið, at tað er nógvur vindur, og at aldurnar eru upp í 10 metur á leiðini, har skipið skuldi silgt nú. Men í Aalbæk Bugt er ikki stór alda, og vindferðin er 30-35 m/sekundið. Tað rullar ikki, og tey hava tað gott umborð, segði hann.
– Vit liggja bara og bíða í allan dag og seint í kvøld seta vit kósina móti Føroyum, segði Petur av Vollanum við Kringvarpið.
Tað er stormurin Dave, sum leikar í har á leiðini.
Tvær ferjur hjá Color Line og Fjord Line liggja í Hirsthals.
Við Norrønu eru 556 ferðafólk, og væntandi er Norrøna á Havnina um eitt tíðina týsdagin.
##med2##










