Í morgun kl. 10 hevði Suðuroyar Sparikassi boðið til tíðindafund á Gourmet við Skálatrøð, har teir greiddu frá eini nýggjari tænastu til teirra kundar. Eitt vælferðartilboð, sum kann geva kundunum oman fyri seksti ár eitt ískoyti til vanligu fólkapensjónina, sum mong siga er ov lítil.
Tað var stjórin, Søren L. Bruhn, sum bjóðaði vælkomin og greiddi frá.
- Í dag er júst eitt ár síðani, vit komu við DJ-láninum. Tá søgdu vit, at vit hvørt ár fóru at koma við einum nýggjum tilboði til okkara kundar, og tað er tað vit gera í dag, segði Søren L. Bruhn, tá hann legði fyri á tíðindafundinum í morgun.
Tilboðið
Tilboðið Suðuroyar Sparikassi nú kemur við, er eitt ískoyti til vanligu fólkapensjónina. Eitt ískoyti, sum er eginfíggjað og grundað á tína ogn, ella tað frívirði tú eigur.
Hetta skal skiljast soleiðis, at ert tú yvir seksti og eigur eini hús, sum standa eina hálva millión í skuld, so nýtist tað ikki neyðturviliga at merkja, at tú hevur eina nettoskuld. Tí húsið kann hava eitt virði upp á 700.000 krónur, og so ert tú nettoskuldarfríður og hevur eitt frívirði áljóðandi 200.000 krónur.
Og tað er hetta frívirði, at nýggja tilboðið frá Suðuroyar Sparikassa er grundað á. Taka vit støði í døminum omanfyri, so kann hetta frívirði áljóðandi 200.000 krónur, brúkast sum eitt ískoyti til pensjónina, sum tú so fært útgoldið yvir í mesta lagið 20 ár. Við øðrum orðum er talan um eitt mánaðarligt útgjald, við veð í fastari ogn.
Sambært Suðuroyar Sparikassa, so gevur hetta ískoyti til pensjónina kundunum betri rásarúm, størri frælsi og størri tryggleika. Men teir vísa eisini sjálvir á, at ognin verður minni og rentuútreiðslurnar størri.
Ikki fyri øll
Hetta er eyðsæð eitt frálíkt tilboð til 62 ára gomlu einkjuna í Havn, sum situr einsamøll í sínum húsum. Fær hon sær OgnarEftirløn frá Suðuroyar Sparikassa, so koma fólk frá teimum og meta um húsini. Í Havn kann eitt hús lættliga hava eitt virði upp á 1,6 milliónir, og tá hon so hevur eina skuld áljóðandi 600.000 krónur, so er frívirði júst ein millión krónur.
Hetta vil hon gjarna hava útgoldið yvir 20 ár, aftrat teimum 8.321 krónum, ið hennara pensjón er. Útgjaldið verður 1.666 krónur og tað er ein øking upp á 20 prosent.
Hinvegin fær javnaldrin í Suðuroy ikki serliga nógv burtur úr tilboðnum. Hennara hús eru neyvan verd nógv meiri enn eina hálva millión, og so skyldar hon kanska 200.000 krónur í teimum. Tað vil siga, at hon hevur eitt frívirði áljóðandi 300.000 krónur, og fær hon hetta útgoldið yvir 20 ár, so verður tað ikki meiri enn nakrar hundrað krónur hon fær útgoldið um mánaðin.
Stórur marknaður
Tá Søren L. Bruhn varð spurdur um, í hvønn mun tey roknaðu við, at føroyingar fóru at gera sær dælt av tilboðnum, so visti hann ikki at svara, tí tey høvdu onga greiða meting av tí sum so. Men hann vísti á, at sera nógvir føroyingar hava stórt sæð bara fólkapensjónina at liva av, og tá hon ikki er tað stóra, so vóna tey, at fleiri fara at taka av tilboðnum.
Hann segði eisini, at marknaðurin fyri hesum var rættiliga stórur, og tí hevði tað ikki undrað hann, um hinir peningastovnarnir eisini fara at koma við einum líknandi tilboðið áðrenn alt ov long tíð er umliðin.
Hetta slagið av eftirløn sum Suðuroyar Sparikassi nú borðreiðir við, er spildurnýtt í Føroyum, men aðrastaðni er tað púra vanligt við tilboðum av hesum slagnum. Í Danmark hava tey tað, tey rópa niðursparingarlán, sum eru rættiliga lík hesum, og er tað sera væl umtókt.
Men sum sagt, so er hetta nýtt í Føroyum og fyri føroyingar og longu nú er greitt, at hetta brýtur við traditionella føroyska hugsanarháttin, har tú tekur eini lán til eini hús og so gerst alt fyri at vera sloppin av við skuldina, tá tú er pensjonerast.