Annika Olsen, býráðslimur í Havn fyri Fólkaflokkin, stúrir fyri framtíðini hjá Tórshavnar Kommunu. Tað staðfesti hon, tá ið meirilutin í býráðnum legði uppskot um fíggjarætlan fyri næsta ár, fyri býráðið í gjárkvøldið.
Ætlanin fær harðar atfinningar frá minnilutanum. Eitt nú vísti Annika Olsen á, at nú eru so nógvar og risastórar útbyggingar í umbúna, at tað slepst ikki undan at taka eitt stórt mál fyri at fíggja alt.
Meirilutin ásannar eisini, at tað verður neyðugt at taka 57 milliónir í lán til at fíggja endurvenjingardepilin, URD, men Annika Olsen sigur, at tað er verri enn so nokk. Hon vísir á, at Býráðið hevur samtykt at játta yvir 100 milliónir til eina stórhøll, langhylurin er í gerð og í 2023 skulu 100 milliónir setast av til hann, umframt 70 milliónir til eitt ellisheim og 200 milliónir til nýggjan ringveg uttan um Havnina.
Hon sigur, at kommunan hevur einar 170 -180 milliónir krónur til taks um árið til íløgur, so tað verður neyðugt at taka eitt lán upp á einar 120 milliónir krónur, og tað heldur hon er illa avstað farið í so góðum tíðum. Hon mælir heldur til at drýggja íløgurnar so at tað slepst undan lántøku.
Meirilutin í býráðnum metir eisini, at næsta ár fara inntøkurnar at verða yvir fimm prosent hægri enn í ár, og tað heldur hon er at gera nakað nógv av. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt eitt uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár, fram og hann metirm at inntøkurnar fara at veksa ímillum trý og fýra prosent.
Annika Olsen heldur, at meirilutin í Tórshavnar býráð er á vandakós, tí við øllum hesum verður ikki nógv eftir til ellisheim í Kollafirði, nýggja tannlæknastovu og tær útbyggingar á dagstovnaøkinum, sum eru neyðugar.
Tí sóknar hon eftir eini langtíðarætlan, har tað sæst, hvussu ætlanin er at fíggja allar íløgurnar. Hon sigur, at í dag skyldar Tórshavnar Kommuna 10 milliónir, men nú sigur hon, at vandi er fyri, at alt fer av kós.
Heðin Mortensen sigur, at tey fara at koma við eini langtíðarætlan, har greitt verður frá teimum íløgum, sum skulu gerast. Hann ásannar, at tað er neyðugt at taka lán til URD, tí eldradepilin var ikki goldin. Annika Olsen avsannar, at URD ikki var fíggjað.