John Petersen tók telefonina heima í gjáramorgunin. Hóast hann ikki var serliga prátingarsamur, so svarar hann spurninginum, tá spurt verður, hvørjar ætlanir liggja fyri framman, eftir at hann er skuldsettur fyri neyðtøku.
Ynskir málið kannað
Skuldsetingarnar eru falskar, og nú ynski eg bert, at málið verður kannað, og at tað sleppur at ganga sína gongd, sigur John Petersen.
Hann hevur annars onga viðmerking til málið, sum tað er háttað í løtuni.
John Petersen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og har skulu stór tøk takast í næstum.
Væntar tú, at tú megnar arbeiðið sum landsstýrismaður, við slíkari skuldseting hangandi yvir tær?
Eg verði verandi sum landsstýrismaður, og sjálvandi megni eg tað arbeiðið, eins og eg havi gjørt higartil, sigur John Petersen í stuttari viðmerking til seinastu hendingarnar í málinum.