? Eg eri so stolt av teimum

Tí vil eg sleppa at síggja landsliðið á útivølli - og helst eisini, at teir vinna, sigur Elin Mouritsen, sum er millum føroysku áskoðararnar í kvøld

? Hvat fær Elin Mouritsen at fara til Skotlands at hyggja eftir fótbólti?

? Eg eri so ótrúliga stolt av teimum - av landsliðnum, og tí vil eg sleppa at uppliva teir einaferð á útivølli. Eg havi ongantíð verið fyrr, men nú skuldi tað vera.

Elin heldur, at alt nú sær so positivt út, eftir góða úrslitið leygardagin, og tí vónar hon, at úrslitið verður 2-1 til føroyingar.

? Hvør fer at skjóta mál?

? Tað kundi verið John Petersen, ella Jákup á Borg - ja, nú veit eg ikki. Tað kann eisini verða Todi, heldur Elin Mouritsen,