- Eg fegnist um greiða meirilutan

Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at stórur spenningur var eina løtu undir uppteljingini á fólkaatkvøðuni leygarkvøldið. ? Í byrjanini var lítil munur á ja og nei-atkvøðunum, tí nei-atkvøðurnar komu líkasum í einum "klumpi". Nei-atkvøðurnar vóru tó ongantíð fleiri enn ja-atkvøðurnar, sigur Jógvan Thomsen, sum fegnast um, at meirilutin var so greiður, nú Nólsoyar kommuna verður løgd saman við Tórshavnar kommunu

Fólkaatkvøða

Stóri meirilutin, sum var fyri at leggja Nólsoyar kommunu saman við Tórshavnar kommunu á fólkaatkvøðuni leygardagin, kom ikki til sjóndar beinanvegin undir uppteljingini. Tað vísti seg nevniliga eina góða løtu, at rættiliga javnt var millum tey, sum valdu "samband" og tey, sum valdu framhaldandi "sjálvstýri".

Fult bygdarhús

Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður, sigur, at bygdarhúsið var fultsett undir uppteljingini, og stórur spenningur var um úrslitið, tá ið tað eina góða løtu gekk stavn um stavn millum ja og nei-veljarar.
- Hóast tað var ein ávísur munur allatíðina ? og nei-veljararnir ongantíð vóru fleiri enn ja-veljararnir, so var einki avgjørt ta fyrstu løtuna.
Hann sigur, at tað vísti seg, at nei-atkvøðurnar hesa løtuna komu líkasum í einum "klumpi".
Men tá ið avtornaði í Nólsoy leygarkvøldið, var tó eingin ivi um greiða úrslitið: 117 veljarar vóru fyri samanlegging og 41 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Jógvan fegnast

Jógvan Thomsen sigur, at valluttøkan var 78,33%, og í prosentum vóru sløk 73% av veljarunum fyri samanlegging og 25% ímóti.
- 203 veljarar eru í Nólsoy, og tá ið 117 vóru fyri, er hetta meira enn 50% av øllum, ið høvdu valrætt.
Bygdarráðsformaðurin sigur seg fegnast um greiða úrslitið, sum ger alt nógv lættari og behagiligari, sum hann tekur til.
- Tað hevði nú verið keðiligt, um bygdarráðið, sum einmælt hevur mælt til samanlegging, sat eftir við einum meiriluta uppá eini 5 ella 10 fólk.
Spurdur, hví luttøkan ikki var størri, sigur Jógvan:
- Tað er sjálvsagt ilt at siga, men eg haldi, ein orsøkin er, at ein partur av tí eldra fólkinum helt, at avgerðina eiga tey, ið eru virkin. Kanska hava nøkur, ið annars høvdu atkvøtt blankt, valt at sitið heima. Hugsandi er, at hesi høvdu ætlað sær at staðfest avgerðina, ið tey, sum fóru á val, nú einaferð fór at taka.

Staðfesta sáttmálan

Í gjárkvøldið var bygdarráðsfundur í Nólsoy, har eitt einmælt bygdarráð væntandi fór at samtykkja sáttmálan, sum Nólsoyar kommuna og Tórshavnar kommuna hava gjørt.
Tórshavnar býráð fer at samtykkja sáttmálan í kvøld, og seinni í kvøld verður sáttmálin um samanleggingina so undirskrivaður.
Jógvan Thomsen sigur, at á fundinum í gjárkvøldið skuldi bygdarráðið eisini velja eygleiðara at møta á fundum í Tórshavnar býráði og eygleiðaraumboð í tær nevndir, sum Tórshavnar býráð hevur.
Í Nólsoy eru bert 5 bygdarráðslimir, so hugsandi er, at onkur av limunum fær eygleiðarastøðu í fleiri nevndum.
Sáttmálin um samanleggin verður galdandi frá 1. januar 2005 at rokna.