- Eg havi ringt við at fara úr Føroyum um summarið

- Eg hopi, at vit verða raskari at ferðast her heima, tí her er nakað so fantastiskt og vakurt, sigur Jan Vestergaard

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Í ár fari eg bæði at ferðast í egnum landi,  men eisini ein túr til Danmarkar við bili, har ætlanin er at fara ein túr til Týsklands eisini.

 

Tað sigur Jan Vestergaard.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Vit hava bókað okkum eini summarhús á Sandi í nakrar dagar í juli mánaði.  Her fara vit at slappa av og njóta børnini, geva teimum nøkur góð minnir, ganga túrar, fiska og vitja bygdirnar í Sandoynni. 

 

Jan Vestergaard vísir á, at familjan hjá damuni eisini eigur summarhús í Saksun, og her fara tey uttan iva at verða nakrar dagar eisini.

 

- Røturnar hjá okkum báðum eru úr Suðuroynni, her vit hava eini summarhús í Porkeri, sum vit eisini fara at brúka nakað av tí í - serliga, nú jóansøka er í Vági. 

 

Hann sigur, at skjótt verður eisini ullaroyting, og fjøllini skulu gangast.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Eg havi verið í flestu oyggjunum, men enn mangla tvær, Lítla Dímun og Mykines. Allar hinar havi eg  vitjað, men eg havi ikki ferðast í teimum øllum.

 

Jan leggur aftrat, at hevur man lív og heilsu í 2027, má leiðin ganga til Mykinesar.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Tað hevur ótrúliga stóran týdning.  Eg hevði ynskt, at eg kundi ferðast meira og sæð meiri av heiminum, men mær dámar alt for væl í Føroyum, og eg havi ringt við at fara, serliga um summarið.

 

At enda sigur Jan Vestergaard soleiðis:

 

- Eg hopi eisini, at vit verða raskari at ferðast í Føroyum, tí her er nakað so fantastiskt og vakurt.