Eg vildi altíð til Madrid

Tá Cristiano Ronaldo í fjør tosaði um, at hann vildi verða sum Giggs, so var tað bert spæl. Hetta viðgongur hann, fáar dagar áðrenn hann flytur til Madrid. – Tá vit høvdu vunnið Champions League, føldi eg ikki, at eg kundi uppnáa meira í Manchester United. Tá mann hevur gjørt alt, sum mann kann í einum stað, so hevur mann brúk fyri einari nýggjar avbjóðing. Eg var verandi eitt ár afturat, og eri fegin um meistaraheitið, men tað var altíð ætlanin at fara til Real Madrid, sigur Ronaldo sambært AFP. Ronaldo verður dýrasti spælarin nakrantíð, tá hann flytur.