Umboðið fyri Fólakflokkin, Jacob Vestergaard, helt at tað er avgerandi, at eginkvotur verða ein partur av nýggju fiskivinnuskipanini.
Aksel V. JOhannesen, Javnaðarflokkurin, segði,a t hann er samdur um hetta við Vestergaard. Hann sær eisini fyri sær, at sjálvt um ein partur fer yvir uppboðssølu, so er tað ikki neyðugt, at uppboðssøla verður 3. hvønn mánaða ella hvørt ár.
-Summi loyvir kkunnu verða givin í átta ár um tað er mest hóskandi helt hann.
Báður Nielsen, Sambandsflokkurin, segði at fyri seg var uppboðssøla ikki eitt kardinalpunkt, men heldur at virðisøkingin gerst so stór sum tilber.
-Tað sum vit gera í dag er atd vit geva loyvir at fiska, men leggja ongar treytir við - hvørki um dygd ella um at gagnnýta alt. Tað er skeivt, segði Bárður á Steig Nielsen.