Eurohandball: Danmark og Noreg skuffaðu - Føroyar gjørdu tað framúr

Evropeiska hondbóltssambandið samanfatar júst avgreidda U20 EM-endaspælið í hondbólti

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Heimasíðan hjá evropeiska hondbóltssambandinum, Eurohandball hevur tikið samanum U20 EM-endaspælið í Porto í Portugal, ið endaði sunnudagin.

 

Tey staðfesta eitt framúr gott avrik hjá Spania, ið vann kappingina, og eitt stórt vónbrot hjá portugisisku vertunum, ið máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum. Eurohandball heldur eisini, at serbisku bronsuvinnararnir hava við góðum álopsspælið gjørt tað framúr. 

 

Eurohandball heldur, at Týskland sum endaði sum nummar sjey og Danmark sum endaði sum nummar átta hava skuffað, tá ein hugsar um, at tey eru tey bæði U20-landsliðini, ið hava vunnið seks heiðursmerki í EM U20-endaspølunum. Eurohandball staðfestir eisini, at Noreg við einum 15. plássi fekk sína ringastu endastøðu nakrantíð í einum U20 EM-endaspæli. 

 

Men so skriva tey hjá Eurohandball hesi orð um føroyska U20 landsliðið, ið tey halda gjørdi tað framúr væl: "On the other hand, credit goes to the Faroe Islands, who qualified for the 2023 IHF Men’s Junior World Championship, for finishing 10th in their maiden M20 EHF EURO. Despite having a population of roughly 50,000, the Faroe Islands did amazingly well, and the experience gained by several of their players lifted them to an unprecedented finish in the competition.".

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin