Veljarakanning
Hóast nógvar ákoyringar seinastu tíðina, so hevur Jóannes Eidesgaard størst álit millum veljararnar at halda fram sum løgmaður eftir løgtingsvalið 19. januar.
Ein veljararkanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin í gjár og fyrradagin, vísir, at formaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur undirtøku hjá 30,7 prosent av veljarunum. Næstur honum kemur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, við 22,6 prosentum ella góð átta prosentstig aftanfyri.
Langt aftanfyri og nummar trý á listanum er ikki ein floksformaður, men harafturímóti fyrrverandi floksformaður og løgmaður, Anfinn Kallsberg, úr Fólkaflokkinum. Hann hevur 8,6 prosent av veljarunum aftanfyri seg sum komandi løgmansevni.
Síðani skulu vit heilt niður á 3,4 prosent fyri at finna tann næsta, sum heldur ikki er floksformaður, men harafturímóti landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað er Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum. Á fimta plássi liggur floksformaðurin hjá honum, Kaj Leo Johannesen, ið fær 3,0 prosent. Beint aftanfyri er Jørgen Niclasen, nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, ið hevur undirtøku millum 2,9 prosent av føroysku veljarunum. Síðani koma Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, við ávikavist 1,1 og 0,8 prosentum.
Ikki óvæntað er Jóannes Eidesgaard toppskorari sum løgmansevni millum javnaðarveljarar. Her fær hann 68,4 prosent, men sjálvt í Sambandslfokkin fær sitandi løgmaður 47,1 prosent av atkvøðunum og í Fólkaflokkinum 23 prosent. Somuleiðis hevur Høgni Hoydal 68,4 prosent at tjóðveldisveljarunum aftanfyri seg, meðan undirtøkan er rættiliga lítil í hinum flokkunum. Bert millum sjálvstýrisveljarar er hendan undirtøkan omanfyri 10 prosent, har 11,1 prosent av vejlarunum standa aftanfyri Høgna Hoydal.
Fyri floksformennirnar í hinum báðum stóru flokkunum er veljarakanningin valla serliga hugaligur lesnaður. Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum hevur ber 14,1 prosent av floksins veljarum aftanfyri seg, og somuleiðis stuðla bert 16,2 av fólkafloksveljarunum Jørgen Niclasen sum løgmanni.
Her eru veljararnir í Miðflokkinum munandi meiri trúfastir móti teirra floksforanni, tí 29 prosent av teimum peika á Jenis á Rana sum løgmann, meðan bert seks prosent í Sjálvstýrisflokkinum vilja hava Kára P. Højgaard í løgmanssessin.
Nú er tað soleiðis, at veljarin bert hevur óbeinleiðis ávirkan á, hvør verður valdur til løgmann, so hetta verður hangandi í luftini, til løgtingsvalið er farið afturum. Tað verður nevniliga ikki veljarin, men ein nýggj samgonga, ið skal semjast um, hvør verður settur í landsins hægsta embæti í komandi valskeiði.