Hann knýtir beinleiðis samband í millum skattafrádráttin hjá Eik Banka upp á hálva milliard krónur – og og eina avgerð hjá Suna Schwartz Jacobsen, stjóra í Eik Banka, í 2013 at avskriva slaka millión í skuld hjá einum smápartafelag, sum Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks, stovnaði saman við einum øðrum.
Jørn Astrup Hansen skrivar, at Eyðun Mørkøre saman við einum góðum vini í september í 2006 stovnaði smápartafelagið Sp/f Rangu við 80.000 krónum í partapeningi. Felagið hevði til endamáls at veita ráðgeving, at keypa, selja og umsita virðisbrøv eins og at reka fastogn og anna virksemi í hesum sambandi.
Eyðun Mørkøre lat konuna standa sum medeigari av Rangu. Talan var um strámannaviðurskifti, ognarskapurin til eitt gearað íløgufelag kundi ikki sameinast við starvið hjá Eyðuni Mørkøre sum deildarleiðari í bankanum.
Felagið tók íløgukredittir upp á 1,8 milliónir krónur, harav 1,1 millión krónur vóru í Eik Banka. Longu í øðurm roknskaparári felagsins, sum var 2008, mistu Rangu eginognina og meira enn tað.
##med2##
Við ársenda av 2009 bókførdi Rangu aktiv til eitt virði upp á 212.000 krónur. Skuldin til bankan var 899.000 krónur. Rangu, sum var insolvent við 807.000 krónum, var »in deep shit«, og Eik Banki hevði niðurskrivað 706.000 krónur upp á viðurskifti við felagið.
Støðan var kritiskt fyri skattastjóran Eyðun Mørkøre. Og verri gjørdist tað av, at Rangu í 2008, tá felagið var insolvent, innfríaði ein kreditt upp á 600.000 krónur í einum donskum banka. Rangu átti tá at havt steðgað sínum gjaldingum til tess at tryggja eins viðgerð av øllum kreditorum sínum. Eyðun Mørkøre pádróg arbeiðsgevara sínum, Eik Banka, eitt meirtap upp á euna 6-siffraða upphædd fyri at fáa frið fyri einum ótolnum donskum lánveitara.
At gera slíkt við at geva ávísum kreditori framíhjárættindi kann verða viðgjørt eftir grein 74 í konkurslógini, sum er umfatað av ásetingunum í revsilógini um skuldarasvik.
Eyðun Mørkøre hevði á sumri í 2013 nógv at tosa við Eik Banka um. Tað var ikki bara eitt rakstrarhall hjá bankanum at taka støðu til, tað var eisini eitt rakstrarhall hjá Rangu, sum skattastjórin mátti hava ruddað av vegnum. Út á heystið vóru partarnir komnir til semju; Í november í 2013 avskrivaði Súni Schwartz Jacobsen útistandandi skuld hjá Rangu.