Ein av manningini á Naddoddi er druknaður

Ein persónur er staðfestur druknaður og funnin undir holvda bátinum

Tað upplýsir MRCC fyri Kringvarpinum. Tvær bjargingartyrlur tóku tey fimm fólkini upp, sum vóru komin i ein bjargingarbát. Onnur tyrlan tók trý teirra og fleyg tey til lands, meðan hin tyrlan tók hini bæði. Tyrlan var hangandi uppi yvir, meðan bjargarar royndu at fáa druknaða persónin leysan undir bátinum.

Jóhan Müller á MRCC segði við Kringvarpið, at druknaði persónurin undir bátinum var fastur í fleiri endum.

Vanlukkan hendi einar 14-15 fjórðingar úr landi.

Sambært norska miðlinum VG er sera harðligt veður í økinum. Talsfólkið hjá Bjargingarfelagnum, Henrikke Zachariassen, sigur við miðlarnar, at talan er um fýra til fimm metrar høga aldu og vindur upp á umleið 20 metrar um sekundið.

 

Lesið eisini: Naddoddur holvdist – fimm fólk eru bjargað

Um hálvgum 22 tíðina skrivar bjargingarfelagið á X, at bjargingarskipið "Idar Ulstein" er komið á staðið, har Naddoddur holvdist.

- Vit halda eyga við bátinum og gera tað vit kunnu fyri at hjálpa til við bjargingini, men veðurviðurskiftini gera tað sera trupult, stendur í fráboðanini.

Bjargingarfelagið er ein norskur felagsskapur, sum hjálpir fólki og skipum, sum koma í vanda á sjónum fram við norsku strondini.

 

##med2##