Ein av stóru løtunum var at hitta kongshjúnini

- Tað er ein heilt serligur stemningur í Vági nýggjársaftan, sigur Bjarni Johansen

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Nýggjárið verður hildið í Vági. Tað er ein heilt serligur stemningur í bygdini nýggjársaftan, tá fólk stákast og gera klárt í teimum ymisku grannaløgnum, sum brenna bál og hava tað hugnaligt, til tað stóra nýggjárshaldið, sum nýggjársnevndin skipar fyri, byrjar.

 

Tað sigu Bjarni Johansen.

 

Hann sigur, at hann og familjan plaga at fara til morgunmatin, sum er fyri alla bygdina.

 

- Annars er tað hugni við familjuni gjøgnum dagin og til á miðnátt, tá vit fara vestur á Sandin at hyggja eftir øllum tí, sum hendir har og heilsa uppá fólk.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

Tað vóru fleiri hendingar, sum vóru góðar, og ein teirra var at hitta kongshjúninum, tá tey vóru á vitjan i Vági í summar. 

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað var, tá uppskotið um Suðuroyartunnilin varð koyrt út til “horna” í mai. Tað var sum, at hetta gav okkum suðuroyingum ein beint frammaná. Men kanska er vón fyri framman, sigur Bjarni Johansen.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?  

 

- Eg havi góðar vónir fyri 2026. Tað er nógv spennandi á skrá í Vági í komandi ári.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Vanliga gevi eg ikki nýggjárslyfti, men í 2026 skal eg við Team Rynkeby Sornfelli, so tað skal arbeiðast við at koma í form, sigur Bjarni Johansen í Vági.