Hevur vónir um eitt gott ár við nógvum upplivingum

- Tað besta, sum hendi í 2025, var at vinna trý gullheiðursmerki á Oyggjaleikum, sigur Miriam í Grótinum

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Eg fari at halda nýggjár heima hjá foreldrunum, har vit plaga at eta lekran mat, og hesaferð ger stórasysturin eisini kransakaku.

 

Tað sigur 22 ára gamla, Miriam í Grótinum.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?

 

- Tað var at vinna trý gullheiðursmerkir á Oyggjaleikunum í Orknoyggjunum - í  einmansleiki, tvímansleiki og í blandaðum tvímansleiki í badminton. 

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- At vinna silvur fyri lið á Oyggjaleikunum og soleiðis ikki at endurvinna gullið, sum vit gjørdu á Guernsey í 2023.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg havi vónir um eitt gott ár við nógvum góðum upplivingum, eitt nú, at vit skulu klára okkum væl við badmintonlandsliðnum í Small States-kappingini, sum verður í Føroyum í november.

 

##med2##

 

Hon sigur, at her fara væntandi fleiri enn 10 smátjóðir at luttaka, og hetta verður tí ein góð upphiting til OYL í Føroyum á sumri 2027.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Ja, eg elski at geva eitt nýggjárslyfti. Í 2026 vil eg gjarna gjøgnumføra ein Ironman 70.3, sigur óføra ítróttafólkið, Miriam í Grótinum, nú við ársenda.