Poula Apol
Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Nú hevur verið skrivað fyrr í bløðunum um Bussleiðina, men tað ger einki um nakrar viðmerkingar koma afturat. Leið 2 og 3 samarbeiða væl og bíða eftir hvørji aðrari, men leið 1 koyrir solo og hevur ongan góðan, hevur altíð knappa tíð og kann ikki halda minut tíðina.
Eg kann minnast tá Bussleiðin byrjaði at koyra, tá koyrdi leið 1 úr »Steinatúni« niðan í Gundadal 20 og 50 min. Tað passaði væl, tí so varð bussurin í Tróndargøtu ca. 00 ella 30 so man kundi sleppa víðari, tá hevði man eisini møguleika at fara í kirkju ella kristiligar fundir, men sum nú er, ber slettis ikki til við bussi, og tað sama er um kvøldarnar, um man skal til aðrar fundir, tí man blívur 15-20 min. ov seinur skal ein nýta bussin, tað hevði eisini verið gott um Bussleiðin koyrdi 50 min. úr Steinatúni sunnu- og halgidagar, og helst til kl. 20 ella seinri.
Tað haldi eg býráðið skyldar sínum borgarum, sum eru eldri og tí ikki hava møguleikan at hava egnan bil. Sum nú er sær tað út sum bussurin koyrir undan fólki ístaðinfyri at flyta fólk.