Fyrrapartin í gjár var ein bilførari tikin í Norðoyggjum fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Og tað er tað einasta, sum vaktleiðarin á politistøðini hevur at siga úr seinastu samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni.
Leygardagin vóru annars fimm bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring. Felags fyri allar var, at teir høvdu verið á bátastevnu í Vestmanna, høvdu sovið og hildu seg vera nóg edrúar at koyra.
Løgreglan minti í gjár á, at tað er so skjótt at forrokna seg, tú fyri tað um tú kennir teg edrúan, so kanst tú saktans hava nóg nógv alkohol eftir í blóðinum til at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Løgerglan segði eisini, at um tað eru bilførarar sum ivast í, um teir eru førir fyri at koyra bil, so kunnu teir altíð spyrja løgregluna, sum í hesum føri var til staðar í Vestmanna, um at sleppa at blása fyri at vita, um teir eru førir fyri at koyra bil.











