Sunnudagin hendi tað gleðiliga, at Mattias Hellisdal á fyrsta sinni byrjaði inni fyri Västerås SK í dysti í Allsvenskuni.
Västerås SK leikti á heimavølli javnleik 1-1 móti gamla liðnum hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Marcus Baggesen legði heimaliðið á odda í 45. minutti. Men dómarin hevði lagt nógva tíð aftrat í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir inni í yvirtíðini javnaði AIK til 1-1.
Mattias fekk 67 minuttir á miðvøllinum hjá Västerås.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Mattias sæst við nummar 30 á rygginum:
##med2##











