Ein dreymur gerst sannur

- Hetta er ein dreymur, sum gerst sannur, at luttaka í Melodi Grand Prix, og at fólk fara at kenna meg aftur í Danmark, tí nú havi eg fingist við tónleik í longri tíð. Tað er torført at treingja ígjøgnum í mogdini, tá tað eru so nógvir aðrir dugnaligir tónlekarar, so hetta er ein ómetaliga stórur møguleiki, sigur Kristel Lisberg, nú hon fer at luttaka í Melodi Grand Prix í Danmark leygarkvøldið.

 

Ekstrablaðið hevur eina samrøðu við føroyska sangfuglin í dag. Millum annað minna teir danskarar á, at Kristel Lisberg luttók í X-faktor í 2012.

- Eg lærdi nógv av luttøkuni í X-faktor. Eg var sera grøn, ung og naiv, og visti ikki heilt, hvussu eg skuldi gera. Eg eri búnað nógv síðani og vorðin nógv stillari og róligari, sigur hon við Ekstrablaðið.

 

Grand Prix verður leygarkvøldið klokkan 19 og sæst beinleiðis á DR1.