Ein einkisigandi dukkusýning

Leygarkvøldið var danska Melodi Grand Prix á skránni. Millum tey 10 finaluløgini var »Lad mig være« hjá The Dreams. Simon Mathew, ið saman við The Dreams varð spáddur at vera favorittur at vinna kappingina, streyk avstað við fyrsta plássi, dreingjabólkurin Unite tók annað sætið, og 20 ára gamla Sandee May endaði á triðja plássinum. The Dreams býtti fjórðaplássið. Ummælarin Sunneva H. Eysturstein sigur sína meining

Sunneva Háberg Eysturstein

seysturstein@gmail.com

-------

 

- The Dreams hóska seg fullkomið til eina kapping sum Melodi Grand Prix, júst tí at teir slett ikki eru Melodi Grand Prix tilfar, segði framleiðarin hjá The Dreams, Chief 1, stutt áðrenn framførsluna hjá bólkinum í finaluni í Horsens leygarkvøldið. Tað er eingin ivi um, at Eurovision heimurin og heimurin hjá The Dreams eru fullkomiliga hvør sín. Green Day/Blink 182 emo-punkur hevur sjáldan verið at sæð áður í Melodi Grand Prix kappingunum. Og slett ikki í Eurovision. Restin av luttakarunum var hinvegin sum hondseymað til kappingina.

 

Manglandi kreativitetur

Millum teir 10 finalistarnar var m.a vinnarin Simon Mathew við sínum fitta og snøgga loverboy poppi, hvørs niðurlag við orðunum hjá Kool and the Gang »Celebrate good times come on!« luktaði nakað nógv av manglandi kreativiteti.

»Hit med Sangen« verturin, Amin Jensen, leveraði eina illa sungna, illa skrivaða odu til Luciano Pavarotti. Onkur vildi vera við, at Pavarotti nokk vendi sær í grøvini.Viðmerkingin var fyri mítt viðkomandi ikki heilt burturvið.

Aðrir luttakarar vóru hugnagubbin Lasse Lindorff, typiska Eurovision diva-uppgeilanin av Kendru Lou og fitta, lítla Charlie, hvørs lítillætna persónligheit og rødd eingin stig fekk, tá av tornaði.

 

Yvirfladiskar framførslur

Unga parið Lars og Josefine, ið annars ikki eru par, dansaðu, flirtraðu, kjálkamussaðust og smíltust stórt við lagnum »Sweet Memories of You«, men teksturin til lagið var ein heilt annar enn tað, ið framførslan útstrálaði. Hann snúði seg um, tá eitt samband endar. Tá tú kemur víðari við lívinum. Hesir mótpólarnir í framførsluni gjørdu tað alt ov fjollut og pínligt. Tað skein langan veg av, at tað slett ikki gongur út uppá at vísa veruligar kenslur ella tankar, men heldur bara at selja teg uppá eitt colgate-smíl og svingandi reyv.

Hendan yvirfladiska image-sølan er eftir mínum tykki gjøgnumgangandi fyri alt, sum Eurovision er. Vertirnir royna at bluffa eitt tilgjørt huglag ígjøgnum við fjollutum viðmerkingum, óendaligum endurtøkum av orðinum »fest« og einkisigandi práti um at vera lekkur og frekur. Tá framførslurnar so harafturat einki veruligt hava uppá hjarta, blívur tað ikki til annað enn tunt undirhald, ið eg bara irriterist inn á, at fólk tímir at brúka pening uppá.

 

Hví millum favorittarnar?

Fólk høvdu undan finaluni spátt The Dreams at verða ein av tveimum favorittum at vinna MGP. Teir appeleraðu til eina fjøld, ið við árunum var blivin burturmist í donskum MPG høpi; eitt yngri ættarlið, ið ikki hevur kunnað relaterað til fínpoleraða, yvirfladiska úttrykkið, ið MPG og Eurovision hava umboðað seinastu áratíggjuni. Men tað vísti seg, at tað, at vera favorittur og at fáa mest atkvøður, ikki endiliga hongur saman. The Dreams endaðu nevniliga á einum deildum fjórðaplássi – rættiliga óvæntað, tá hugsað verður um góðu vónirnar, ið fólk innan tónleikavinnuna høvdu fyri teir.

Eg trúgvi, at tað eru fleiri faktorar, ið spæla inn hesum viðvíkjandi. Ein av teimum mest avgerðandi er eftir mínari meting tann, at fjøldin, ið The Dreams appelera til, ikki er eksisterandi í Eurovision heiminum. The Dreams hava fingið navnið hjá sær fram og eygu vend at sær við at vera við í kappingini; hava vunnið sær nógvar fjepparar niðri á flatlondum seinastu vikurnar, men úrslitið av kappingini leygarkvøldið vísti, at tað ikki eru hjørtuni á Melodi Grand Prix áhugaðum, teir hava vunnið.

Ymisleikin, ið skilti The Dreams frá MGP kundi verða ein fyrimunur, men kundi eisini gerast ein vansi. Fyrimunurin var, at teir kundu vinna uppá tað. Men gjørdu teir tað, hevði vansin verið, at teir í Eurovision høvdu teir traðkað inn í ein heim, har teir slett ikki høvdu hoyrt heima. Ein fínpoleraðan, yvirfladiskan heim, ið eftir mínum tykki ikki gevur eitt serliga feitt image, um tú ynskir at vinna tær virðing frá øðrum tónleikarum og tónleikaáhugaðum úr alternativa tónlistarumhvørvinum.

 

Ikki ein góð tilgongd

The Dreams søgdu seg fara við í Melodi Grand Prix fyri at fáa navnið hjá sær fram. Tað hava teir fingið. Spurningurin er so, hvat teir nú fara at gera. Hvussu teir fara at selja seg víðari, og um teir fara at klára at hála sín kulfaktor upp aftur. Eitt er í øllum førum vist: Melodi Grand Prix er ikki vegurin, um tú ynskir at vinna tær eitt virðiligt umdømi í tónleikaheiminum. Men eitt annað er eisini vist: The Dreams fara at selja eina rúgvu av nýútkomnu fløguni.

So er bert eftir at gera upp við seg sjálvan, hvat ein heldur vera betri; at gera tað virðiligt ella at selja fløgur. Tí í síðsta enda er tað alt subjektivt og kemur ann uppá, hvørji virði tú hevur sum menniskja; hvat tú grundar tína tilveru á, og hvørja tilgongd tú hevur til eitt nú tónleik. Fyri mítt viðkomandi eru kappingar sum Eurovision ikki tann rætta tilgongdin. Fyri meg er tónleikur nógv meira enn handan útstillingin. Tónleikur er kenslur, tankar, frælsi og list. Ikki ein dukkusýning.

 

-----

Visti tú, at...

 

Eurovision sangkappingin varð hildin fyrstu ferð í Sveits tann 24. mai 1956.

 

Danmark kom við í kappingina árið eftir í 1957.

 

Fýra føroysk nøvn hava luttikið í danska Melodi Grand Prix: Annika Hoydal við »Aldan« í 1979, Pætur við Keldu við »Som en drøm« í 2002, Petsy Tvørfoss við »Mest når det er regn« í 2004 og The Dreams í ár við »La' mig være«

 

Eivør Pálsdóttir luttók í íslendska Eurovision umfarinum í 2003 við lagnum »Í nátt«

 

Brandur Enni luttekur í svenska undanumfarinum komandi leygardag við lagnum »Lullaby«. Kringvarpið sendir kappingina beinleiðis.

 

Eurovision sangkappingin er ein av teimum elstu sjónvarpsýningunum í heiminum.

 

Av øllum sjónvarpsýningum í heiminum, ið ikki hava við ítrótt at gera, er Eurovision songkappingin tann best umtókta viðflest hyggjarum.

 

Eurovision verður í ár hildin í Belgrad Arena í Serbia, sum er ein av teimum størstu innandura høllunum í Evropa.

 

Higartil hava 43 lond luttikið í Eurovision.

 

Eurovision semifinalurnar og finalan verða hildnar í mai 2008, tá øll tey 43 londini hava valt eitt hóskandi umboð at fara víðari. Fyrsta semifinalan verður tann 20. mai, onnur semifinalan tann 22. mai og síðani verður tann ultimativa finalan fyri alla kappingina tann 24. mai 2008