Ein hendingarríkur mánaður hjá Tórshavnar havn

August hevur verið sera hendingaríkur hjá Tórshavnar havn. 

 

Tíðindaskriv:

 

Vit hava havt vitjan av 17 ferðamannaskipum við á leið 12.000 gestum tilsamans. Við hesum 17 vitjanunum, stóð august fyri meira enn einum triðingi av teimum 50 ferðamannaskipunum, sum vitja Tórshavnar havn í ár.

 

Mánaðurin vísti eisini, hvussu fjølbroytt virksemið hjá Tórshavnar havn er, tá hugsað verður um ferðamannaskip. Frá Hebridean Sky við 99 ferðandi, til Norwegian Star við 2267 ferðandi.

 

Trý skip komu á fyrsta sinni til Havnar, og í tveimum førum varð skipað fyri plattahandan umborð. Hendan gamla siðvenjan er eitt gott høvi hjá okkum, sum havnamynduleiki, at fáa orðið á skiparan, og sleppa at fortelja eitt sindur um Havnina og Føroyar.

 

##med2##

 

##med3##

 

Økt tal av marglætisskipum

 

Talið av marglætisskipum sum vitja okkum er vaksandi. Tað, ið eyðkennir hesi skipini, er m.a. høga tænastustøði, at tey taka færri gestir og hava eitt stórt manningartal. Gestirnir umborð á hesum skipunum ynskja ofta øðrvísi og meira forkunnugar upplivingar, og dáma væl at vitja handlar og kaféir í býnum.

 

Í august høvdu vit seks av hesum skipunum á vitjan. Hetta er ein bólkur av ferðamannaskipum, sum vit fegin vilja styrkja sambandið við komandi árini.

 

Fokus á samstarv og upplivingar

 

Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Tórshavnar havn er at styrkja samstarvið við reiðaríini, og fáa betri innlit í, hvat tey og teirra gestir ynskja at uppliva.

 

Tá Viking Mira vitjaði Tórshavn tann 25. august, var umboð frá Tórshavnar havn á einum FAM-túri, saman við einum av manningini. “FAM” er í hesum førinum ein stytting fyri familiarisation. Hetta heitið verður brúkt, tá fólk, ið arbeiða í ferðavinnuni, fáa høvi at uppliva eitt ferðamál sjálvi, so tey hava betri fortreytir fyri at selja ella marknaðarføra tað.

 

Dagurin var væl eydnaður, og vóna vit, at fáa fleiri slíkar avtalur í lag komandi ár. 

 

##med3##

 

##med4##

 

Frá FAM-túrinum við einum av manningini á Viking Mira

 

Seinastu skipini í ár

 

Hóast summarið er farið at halla, hava vit fleiri vitjanir til góðar í ár.

 

Í september koma eftir ætlan seks ferðamannaskip. Sunnudagin 6. September var Viking Mira á vitjan fyri triðju ferð í ár, meðan Spitsbergen eftir ætlan setur punktum fyri árið tann 29. september.

 

##med5##

 

Fyrireikingar til komandi árini

 

Tvær ferðir árliga eru føroyskar havnir umboðaðar á Seatrade Cruise. Hetta er størsta altjóða messan av sínum slag. Har hittast m.a. umboð fyri reiðarí, havnir, ferðamál, agentar og túrveitarar.

 

Til hesar messurnar, hava vit sum havnamyndugleiki møguleika fyri, at koma í samband við reiðaríini. Her kunnu vit bæði marknaðarføra okkum sum eitt nýtt ferðamál, og halda sambandið við tey reiðaríini, sum longu sigla til Føroyar.

 

Síðani Cruise Faroe Islands varð stovnað í fjørð, hava føroysku havnirnar samstarvað um ein felags bás á hesum messunum.

 

Umboð frá Tórshavnar havn luttaka á Seatrade Cruise Med, sum verður á Las Palmas í døgunum 16. og 17. september.

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

 

 

Marjun Andreasardóttir frá Tórshavnar havn, saman við capt. David Bathgate tann 19. august.

Steingrímur Hentzarson frá Tor Shipping, capt. Michael Macleod frá Seadream II og Marjun Andreasardóttir frá Tórshavnar Havn.

Frá FAM-túrinum við einum av manningini á Viking Mira