Ein hevði ov leingi opið

Løgreglan letur væl at støðuni í gjárkvøldið, tá kunngerðin frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at øll skeinkistøð skuldu lata aftur klokkan 23, skuldi standa sína roynd.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn lótu øll støðini aftur til tíðina. Eitt undantak var, har eitt pizzaria í Eysturoy hevði ov leingi opið.

Brot á kunngerðina verða revsað við bót. Men er talan um støð við skeinkiloyvi, so verður málið lagt fyri loyvisnevndina eisini.