Ein løgin systir við veingjum

»Der var engang en dreng - som fik en lillesøster med vinger« er ein sera óvanligur danskur barna- og familjufilmur

Kim Simonsen


Kalle eitur í veruleikanum Karl, men øll kalla hann Kalle. Hann býr saman við pápanum Palle og mammuni Trille á gøtuni Primulavænget, har fuglanir syngja sera hart, og har tað eru nógv fleiri blómur, enn á øðrum villavegum.
Besti vinurin hjá Kalla eitur Smartyboy, hann er ein slík typa sum veit alt. Alt er tað reina tekniseriufriðsæla á Primulavænget, men okkurt vantar.
Við eitt skal familjan hava eina lítla systir, nevnd Lille. Gentan er púra vanlig, t.v.s., alt er sum tað skal við henni, uttan hetta at hon altso hevur veingir.
Kari frá kommunini heldur ikki, at hetta er gott, men læknin er bara heilt væl nøgdur. Øll eru illa við av hesum, uttan kalle, ið veit, at Lille dugir at flúgva.

At bjarga Lille
Eingin leggur nakað í hetta, og ein dag so fer familjan avstað til eina skurðviðgerð á Plastic Palace fyri at operera Lille, so hon kann gerast ein vanlig genta.
Kalle vil bjarga Lille frá hesum. Saman við Smartboy fara teir til stroks á súkklum. Á ferðini møta teir Alf, ið er so ótrúliga óheppin í øllum lívsins viðurskiftum. Hann býr á einum bilverkstað. Saman fara teir allir í stóra amerikanara Cadillacbilinum hjá Alf at bjarga Lille. Á ferðini hendir mangt og hvat.
Hetta er ein sera merkiligur filmur, senurnar eru so gjøgnumførdar 50ara americana kitsj, at tær veruliga fungera sum okkurt slag av campkendari senuseting.
Ofta syngja tey bara, og her eru góðir sangir, ið m.a. eru gjørdir av Wikke & Rasmussen (Michael Wikke og Steen Rasmussen), Poul Halberg, Stig Kreutzfeldt og Bosssy Bo.

Tónleikafilmur
Tónleikurin spælir ein høvuðsleiklut í filminum. Wikke & Rasmussen fingu longu ein Grammy fyri Hannibal og Jerry, ið m.a. hevði kenda sangin Brug dit hjerte som telefon, ið seldi upp móti 30.000 eintøk.
Í filminum Der var engang en dreng  som fik en lillesøster med vinger eru sangir og duettir millum m.a. Anne-Grethe Bjarup Riis og Anders W. Berthelsen (Jeg vil have en baby), Caroline Henderson og Nicolas Bro (Et kys med vinger) og Troels Lyby og Kaya Brüel (Kom ud). Her eru sangir sum t.d. Pandekager við Daimi, Trine Dyrholm og Jytte Abildstrøm, 7 smukke mænd við 7x7, Baby Bent við Peter Frödin og Plastic Fantastic eftir Wikke & Rasmussen.

Góðir leikarar
Janus Dissing Rathke er 13 ár og spælir høvuðsleiklutin. Hann hava vit sæð fyrr í filminum hjá
Niels Arden Oplev Drømmen. Nicolas Bro (f. 1972) er sera kendur eftirhondini. Hann er ein løgin leikari. Vit kenna hann frá filmurm sum En kærlighedshistorie, Monas verden, Små ulykker, De grønne slagtere, Rembrandt, Kongekabale, Adams æbler og Voksne mennesker.
Anders W. Berthelsen (f. 1969) kenna vit øll frá Taxa og Krøniken (Palle), men eisini frá Portland, Mifunes sidste sang fra 1999 og Italiensk for begyndere.
Her er mangt og hvat gott at siga um hendan danska barna- og ungdómsfilmin, ið torir meiri enn hinir, her hugsi eg um allar løgu senurnar og flotta pallsetingin gjøgnum allan filmin, men innast inni er hann bert ein fittur danskur barnafilmur.

4 stjørnur av 6.


Der var engang en dreng - som fik en lillesøster med vinger
Leikandi:
Nicolas BroAlf
Janus Dissing RathkeKalle
Anders W. BerthelsenPalle
Anne-Grethe Bjarup RiisTrille
Bodil JørgensenKarin
Peter FrödinBaby-Bent
Caroline HendersonSnehvide
Daimi Gentle
Jytte Abildstrøm
Trine Dyrholm
Troels Lyby Lækni
Kaya Brüel Jarðarmóðir

Leikstjórn Michael Wikke og Steen Rasmussen. 92. minuttir. Einki aldursmark. 92 minuttir frumframførdur í Havnar Bio, 13. oktober klokkan 19.15.