Ein løgmaður má vera erligur

Tað sømir seg ikki einum løgmanni at royna at káva útyvir veruleikan, heldur Kári Mikkelsen, journalistur og politiskur viðmerkjari. - Ein stjórnarleiðari í Skandinavia hevði av álvara komið í rasshaft av at siga ósatt um slíkt, sigur hann

Kaj Leo Johannesen svaraði stutt og greitt »nei«, tá hann varð spurdur, um einki partafelag, hann hevur varðað av, skyldar tí almenna nakað.

- Eg skilji ikki, hví løgmaður roynir at káva útyvir, at hann skyldar pengar. Um tað er persónlig skuld ella umvegis eina fyritøku, sum hann eigur í, er teknikkur og í prinsippinum líka mikið. Løgmaður hevði verið munandi meira heiðurligur, um hann viðgekk tað. Tað sømir seg ikki einum løgmanni at siga ósatt. Tað er heldur eingin orsøk at fjala tað, sigur Kári Mikkelsen, journalistur og politiskur viðmerkjari.

Tað, at ein borgari ikki røkkur til sum vinnulívsmaður av ávísum orsøkum, er ikki revsivert. Tað er heldur ikki revsivert, at landskassin misti 198.091 krónur og 44 oyru av felagnum, sum Kaj Leo Johannesen varaði av sum nevndarformaður.

Tað er ein vágakend íløga at vera virkin í vinnulívinum, og tað er eingin skomm, um tín fyritøka fer á húsagang, vísir Kári Mikkelsen á.

- Tað eru óteljandi dømi um verkætlanir, sum kollsigla. Ofta riggar tað ikki, soleiðis er tað bara. Tað skal heldur ikki forða tínari politisku yrkisleið, at ein fyritøka, har tú var partaeigari, fór á húsagang. Tað óreiðiliga er, at løgmaður roynir at skúgva fortíðina frá sær við at renna undan ábyrgdini fyri, at ein fyritøka, sum hann átti í og var við at reka, hevur elvt til tap hjá øðrum, sigur Kári Mikkelsen.

Fingið avleiðingar
Sosialurin prógvar í blaðnum í dag, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði ósatt og royndi at fjala sína ábyrgd, at TAKS hevur tap á 200.000 krónur av felagi, hann hevur varðað av.

Sosialurin spurdi løgmann um hetta í blaðnum, sum kom út mikudagin 30. mai, tí lesarabræv á Vágaportalinum hevði reist skuldsetingar um, at løgmaður og Jørgen Niclasen skyldaðu landskassanum MVG. Skuldsetingarnar vóru ikki vístar aftur, fyrr enn Sosialurin kunnaði løgmann um tað.

- Eg skyldi ikki tí almenna eina krónu, segði løgmaður.

Tað mekir í øllum førum ikki álit, at løgmaður roynir at káva útyvir veruleikan.

- Løgmaður hevur ivaleyst rætt í, at hann sum einstaklingur ikki skyldar tí almenna eina krónu, men tað snýr seg ikki bara um Kaj Leo sum persón. Hann má taka ábyrgd fyri tí fyritakssemi, ið hann hevur verið aktivur partur av. Ein forsætisráðharri ella ráharri í okkara parti av heiminum – ikki minst her í Skandinavia – hevði av álvara komið sær í rasshaft av at siga ósatt um slíkt. Eg dugi ikki at siga, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið, men var talan um ein annan stjórnarleiðara ella ráðharra um okkara leiðir, so hevði hann fingið av at vita bæði í fjølmiðlum og í parlamentinum í viðkomandi landi. Hetta hevði uttan iva elvt til politiskt ódnarveður, sigur Kári Mikkelsen, sum ikki sigur seg ikki skilja, hví løgmaður skal royna at fjala hetta.

- Tað er hvørki skomm ella revsivert at skylda pening, men ein stjórnarleiðari má ikki gera nakra roynd at fjala slíkt, tá hann verður spurdur um tað, heldur Kári Mikkelsen, journalistur og politiskur viðmerkjari.