Sandnes ULF snávaði móti botnliði á heimavølli

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir eru næstfremst

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF ígjár, tá hann og liðfelagarnir leiktu dyst móti botnliðnum, Lysekloster á Øster Hus Arena leikvøllinum í Sandnes. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 0-0, ið var eitt vónbrot fyri Sandnes, ið hevði væl fleiri málmøguleikar.

 

Hevði Sandnes vunnið dystin, so høvdu teir verið fremstir í bólki 1 í triðbestu norsku fótbóltsdeildini við 14 stigum. Nú eru teir næstfremst við 12 stigum, sama stigatalið sum nummar eitt, Sotra, og nummar trý og fýra, Notodden og Brann Bergen 2. 

 

Komandi leygardag spælir Sandnes dyst á útivølli móti Jerv í Grimstad.