FISKAVIRKING er ikki eitt tilvildarligt arbeiðspláss, men okkara størsta virki við 600 fólkum. Arbeiðsplássið er harafturat almenn ogn, sum nøkrum er litið upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt, at hon hevði eina ávísa, kanska størri, skyldu mótvegis starvsfólkum og føroyska almenninginum.
T.D. átti nevndin at havt boðað starvsfólkum og politisku myndugleikunum frá, og kanska sent út eitt tíðindaskriv, enn at lata slíkt koma út sum tíðindi, av tí eitt tíðindafólk hevur fingið frænir av onkrum. Annars er alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja framvið.
IKKI fyrr enn fleiri dagar seinni frættist, at Jákup Mørkøre er sagdur úr starvi, og skuldi longu verið givin 1. desember, men helt fram, tí eingin nýggjur stjóri var settur. Og sum skilst, helt hann, at hann skuldi bara halda á eftir ársskiftið, tí tað var ikki eydnast leiðsluni at finna ein eftirmann. Men nei, gamlaársdag fekk hann boð at gevast.
HETTA merkir, at tá stjórin í Fiskavirking í útvarpssamrøðu um nýggjársleitið greiddi frá støðuni hjá Fiskavirking, var hann í grundini slettis ikki stjóri í fyritøkuni. Hann hevði fyri so vítt onga ábyrgd meira. Men í Føroyum ber alt til!
? HVÍ varð stjórin uppsagdur? Vánaligt ársúrslit, samstarvstrupulleikar ella hvat? ? Skyldar nevndin ikki almenninginum eina frágreiðing, so vit sleppa undan fleiri gitingum? Harafturat kundi verið spurt, um nevndin ikki átti at havt fingið ein annan stjóra, áðrenn gamli stjórin gavst?
HIGARTIL hevur skeiðið hjá Framtaksgrunninum ? eins og hjá Fiskavirking og Fiskasøluni ? verið merkt av trupulleikum, sum kanska ikki er so løgið, tá eitt samfelag skal fáast á føtur aftur, eftir ein slíkan húsagang. Men framferðarhátturin hjá leiðsluni í Framtaksgrunninum hevur avgjørt ikki bøtt støðuna.
HEVÐI leiðslan havt betri tev fyri samskifti, sett seg í samband við politikarar, áðrenn støðan læsist fast, t.d. fyrraárið, og onkuntíð havt tíð at svara fjølmiðlum, hevði støðan og umdømið hjá Framtaksgrunni og Fiskavirking kanska verið betri. Sum er, hevur samtakið lítla virðing millum manna og tað er spell, tí uttan »forstáilsi« verður torført at byggja nakað upp. Og ætlanin við Framtaksgrunninum var annars góð.