Landsstýrismálanevndin er nú farin undir at kanna, um hon skal taka málið upp, ið snýr seg um, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur hildið upplýsingar aftur fyri Løgtinginum.
Tað byrjaði við, at formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, frá tingsins røðarapalli segði, at hann ikki helt landsstýriskvinnuna hava latið Løgtinginum allar upplýsingar, tá tað viðgjørdi lógaruppskotið um føroyskt váðaráð.
Hann vísti á, at landsstýriskvinnan hevði fingið eitt bræv frá danska ráðharranum, Troels Lund Poulsen, men ikki hevði latið fíggjarnevndini og løgtinginum tað, hóast hansara fatan var, at talan var um týðandi upplýsingar fyri málið.
- Landsstýrismálanevndin hevði fund í gjár og hevur nú biðið landsstýriskvinnuna um fleiri upplýsingar í málinum, sigur Bárður Kass Nielsen, formaður í landsstýrsmálanevndini:
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Bárður Kass Nielsen.
Hinir nevndarlimirnir eru Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Magnus Ramussen úr Sambandsflokkinum.