Landsdystur
Fyri flestar føroyingar man tað vera at kalla utopi at droyma um at spæla á liði við fótbóltssnillingum sum Vladimir Jugovic, Predrag Mijatovic og Milosivic fyri bert at nevna nakrar. Mikudagin skulu hesir á Tórsvølli royna seg móti føroyska landsliðnum, men tað eru ikki bert mótstøðumenn, sum hesir hava í Føroyum. Sum áskoðarar verða í øllum førum tveir leikarar, sum í dag spæla í føroysku kappingini, men sum hava havt stuttleikan av at spæla við hesum stórleikarum.
Tomislav Sivic og Alexander Djordjevic hava báðir verið liðfelagar við fleiri av hesum leikarum, og sjálvandi er tað tí nakað serligt, nú teir aftur hava møguleika at síggja hesar.
Tomislav Sivic greðir millum annað frá, at hann í trý ár leikti á sama liði sum Vladimir Jugovic, tá teir báðir royndu at sláa ígjøgnum sum yrkisleikarar hjá Reyðu Stjørnu.
- Hóast hetta er langt síðani, so hava vit framvegis nakað av sambandi, greiðir Tomislav frá. Millum annað skuldi eg til Inter at hyggja, hvussu teir venja har niðri, men eina viku áðrenn eg skuldi avstað, varð Marcello Lippi uppsagdur sum venjari, og so var tann vitjanin av ongum. Tann, sum hjálpti mær við øllum hesum, var Jugovic, sigur Tomislav.
Hann sigur víðari, at Jugovic eisini royndi at hjálpa sær til Juventus, meðan hann spældi har, men at Tomislav ta ferðina hevði trupulleikar av innferðarloyvinum, so skemtandi tekur hann til, at tað helst ikki ætlanin, at hann skal sleppa til Italia.
Liðskipari
Alexander Djordjevic, hevur eins og Tomislav spælt á liði saman við fleiri av leikarunum hjá Jugoslavia. Bæði við FK Partizan, sum er hitt stóra felagið í Jugoslavia, og eisini á U-21 landsliðnum hjá Jugoslavia. Tað ferðina var Alexander liðskipari, so tað vóru Mijatovic og teir, sum skuldu gera, sum núverandi KÍ spælarin álegði teimum.
Í dag er eingin, sum ivast í, at hesir leikarar teljast millum teir allarbestu í heiminum. Spurdir, um tú longu tá kundi síggja, at hesir fóru at koma veruliga langt, eru teir kanska ikki heilt so vísir.
- Tú kanst heldur siga hinvegin, at hetta er helst mest evnaríki bólkurin av leikarum, sum Jugoslavia hevur átt, sigur Tomislav, um leikararnar, sum millum annað vunnulM fyri U-21 lið í Chile.
- Har var ein ørgrynna av leikarum, sum seinni hava gjørt um seg kring í Europa. Tað gjørdi eisini, at spælararnir alla tíðina máttu geva seg fult út, tí spældi tú ein ringan dyst, vóru fleiri aðrir leikarar, sum vóru klárir at taka av møguleikanum. Tú skalt eisini minnast til, at hetta var áðrenn Jugoslavia fór sundur, og tí vóru leikarar sum Prosinecki, Suker og Boksic eisini roknaðir við.
- Øll hesi nøvnini teljast í dag millum stórleikarar í Europa, so einki er at ivast í, at evnini hjá teimum hava verið framúr góð.
Samba-fótbóltur
Sagt verður ofta um jugoslaviskan fótbólt, at hann er europeiska svarið upp á brasilska samba-bóltin. Har tað til tíðir nærum tykist sum spælararnir bert hugna sær á vøllinum.
Spurdur, hvussu hetta ber til, sigur Tomislav, at hetta helst hevur við kenslur at gera.
- Veðurlagið á Balkan er heitt, og tað sama er blóðið í fólkinum. Tá vit gera nakað, so gera vit tað 100%. Eru vit glað eru vit ovurfegin, og eru vit kedd, eru vit heilt niðri.
- Tað, sum eg royni at siga, er at kenslurnar hava so nógv at siga fyri okkum. Ein háttur at vísa hesar kenslur er í ítrótti, og her eru fótbóltur og kurvabóltur tær báðar heilt stóru greinarnar, og bæði leikarar og viðhaldsfólk ganga við lív og sál uppí, hvussu teirra lið stendur seg.
- Eg kann til stuttleikar nevna eitt feskt dømi um, hvussu nógv, tað hevur at siga hjá fólkinum, at liðið stendur seg væl. Mikudagin í farnu viku spældu Reyða Stjørna og Partizan steypafinalu, og tá vóru 30.000 fólk og hugdu. Tveir dagar undan hesum vóru júst liðin tíggju ár síðani, at Reyða Stjørna vann Europa-Cup kappingina fyri meistaralið, og tí hittust gomlu leikararnir at spæla ein framsýningardyst. Til tann dystin vóru 50.000 fólk komin at hyggja.
Annars tykjast báðir samdir í, at hatta við kenslunum er nakað, sum eigur at vera í fótbólti.
- Øll kunnu fáa fótbótlsleikarar í venjing, so teir orka at renna sum tólmenni í 90 minuttir, men fótbóltur er ikki fótbóltur, uttan so at stuttleikin eisini er við, siga teir.
Munur er á
Tað er sjálvandi óneyðugt at spyrja teir báðar, hvørt teir ætla sær at hyggja at dystinum, sum verður leiktur í kvøld, mikukvøldið. Tað skulu teir sjálvandi, men hvørgin teirra roknar við, at jugoslavar fara at fáa nakran lættan dyst.
Tá vit spyrja, um teir hava gjørt sær nakra hómin um úrslitið, vísir Tomislav til eitt prát, sum hann hevði við eitt jugoslaviskt blað, sum ringdi til sín herfyri.
- Eg segði tað sama við teir, sum eg segði í Føroyum, tá Føroyar taptu 8-1 fyri jugoslavia í seinasta dystinum teirra millum. At hetta var seinasta ferðin, at Føroyar taptu somikið stórt.
- Leikararnir hava gjørt stór framstig alla tíðina, og eg má eisini siga, at Allan Simonsen hevur gjørt framstig sum venjari. Ikki minst fegnist eg um, at hann nú eisini hevur givið fleiri ungum monnum møguleikan. Fróði Benjaminsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg millum aðrar hava eisini víst, at teir eru førir fyri at taka avbjóðingina upp, og eg vóni at venjarin eisini fer at satsa upp á hesar framyir. (Her skal skoytast uppí, at samrøðan varð gjørt undan dystinum móti Sveis).
- Tað er tó einki at ivast í, at munur eigur at vera á londunum. Jugoslavia erigur at vera ov sterkt fyri føroyingar, og ikki minst man tað koma illa við, at hvørki Todi, Jens Kristian ella Pól eru klárir.
Gita um úrslitið vildi hvørgin teirra, men sum teir siga, so eigur munur at verða á, tó at hesin ikki verður so stórur, sum hann var, tá londini hittust seinast.