Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum ætlar, at flokkurin á næsta løgtingsvali skal vera størsti flokkur í Føroyum.
Tað er ikki hissini mál at seta sær, soleiðis sum veljarakanningarnar hava verið síðani seinasta løgtingsval. Ta seinastu kunnugjørdi portal.fo í gjár, og vísir hon, at Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkurin við 30,1 prosentum av atkvøðunum og 10 tingfólkum.
Fólkaflokkurin hevði gamaní verið næststørsti flokkur, men nógv minni. Tí kanningin gevur honum bara 18,5 prosent av atkvøðunum og 6 tingfólk. Tað eru 6 prosentstig og 2 tingfólk færri enn á løgtingsvalinum 31. august í 2019.
Sjálvt um vit kunnu siga, at útslagið í eini slíkari kanning helst er størri, enn tað verður á næsta løgtingsvali, so er framvegis langt á mál hjá Fólkaflokkinum at gerast størsti flokkur.
Javnaðarflokkurin fekk 22,2 prosent á seinasta løgtingsvali – og bara tað eru 4 prosentstig fleiri, enn Fólkaflokkurin fær í seinastu kanningini. Og undirtøkan hjá Fólkaflokkinum hevur verið dalandi síðani seinasta løgtingsval, meðan hon hevur verið vaksandi hjá Javnaðarflokkinum.
Tí skal nógv broytast, um endamálið skal hepnast fyri nýggja formannin í Fólkaflokkinum.
Soleiðis sær býtið út millum flokkarnar á tingi sambært seinastu veljarakanning hjá spyr.fo, sum portal.fo kunngjørdi í gjár:
spyr.fo 16. mars 2022 |
Løgtingsvalið 31. august 2019 |
munur prosent-stig |
Tingfólk |
Tingfólk |
Munur | |
Fólkaflokkurin |
18,5 |
24,5 |
-6,0 |
6 |
8 |
-2 |
Sambandsflokkurin |
17,1 |
20,3 |
-3,2 |
6 |
7 |
-1 |
Javnaðarflokkurin |
30,1 |
22,2 |
7,9 |
10 |
7 |
3 |
Sjálvstýri |
2,2 |
3,4 |
-1,2 |
0 |
1 |
-1 |
Tjóðveldi |
17,5 |
18,1 |
-0,6 |
6 |
6 |
0 |
Framsókn |
8,9 |
4,6 |
4,3 |
3 |
2 |
1 |
Miðflokkurin |
5,8 |
5,4 |
0,4 |
2 |
2 |
0 |
33 |
33 |