Ein vælnøgd Petsi

Sjálvt um hon ikki vann, so var Petsi Tvørfoss væl nøgd aftaná Melodi Grand Prix leygarkvøldið

Melodi Grand Prix
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo

Atletion, Århus: Tá síðsta bríkslið hevði ljóðað í Atletion leygarkvøldið kundu tónleikararnir aftur anda lættan. Yvirstaðið!
Petsi Tvørfoss, sum var føroyska umboðið, um ein so kann siga, hesuferð, stóð seg manniliga og smæddist ikki burturmillum hini. Við einum grand prix klassikara megnaði hon eisini at koma í finaluna, og sangurin verður uttan iva nógv at hoyra í næstu framtíð.
? Eg eri ótrúliga væl nøgd. Aftaná eg hevði hoyrt hinar sangirnar, so hevði eg als ikki væntað at komið í finaluna, segði Petsi aftaná framførsluna.
Fyrstu ferð hon hoyrdi hinar sangirnar var fríggjadagin, og so sjálvandi eisini til aðalroyndina leygardagin, so unga gøtugentan hevði ikki sett nøsina ov høgt upp.
? Eg fekk eitt risa upplivilsi burturúr, og eg eri glað fyri, at eg var við, sigur Petsi, sum er bilsin av, hvussu høgt støðið var í ár.
? Har var ongin sangur, har tú hugsaði, at hesin ikki var nóg góður, sigur hon.
Hvørt nýggja føroyska songstjørnan verður aftur at síggja í Melodi Grand Prix høpi, er ilt at siga.
-? Um tað er ein ordiligur sangur, so kann tað væl vera.
Hvussu verður við framtíðini, veit Petsi enn ikki. Men um ein skal taka øll tey rósandi orðini fyri fult, so hevur Melodi Grand Prix møguliga latið eina dyr ella tvær á glopp.