Í dag umrøður Føroya Løgting eitt stórt og týdningarmikið mál, nevniliga eina avtalu millum Føroyar og Bretland um landgrunnsmark og fiskimark millum londini bæði. Hetta er eitt mál, sum hevur staðið óloyst í meira enn 20 ár. Loksins tykist vera komið á mál. Við samráðingum millum partarnar hevur tað nú eydnast at røkka eini semju, sum báðir partar kunnu liva nú. Nú er so bert eftir at fáa avtaluna samtykta í løgtinginum, danska fólkatinginum og tí bretska parlamentinum.
NÚ vilja samráðingar millum tvey lond um so álvarsligt og stórt mál sum ásetan av einum framtíðar marki altíð vera truplar - ein spurningur um rætt, um taktikk, um dugnaskap, um vitan, um diplomati osfr. Tað er ein spurningur um at mýkja eina støðu, ein spurningur um at krevja og geva. Tað er greitt, at í slíkari støðu vil mangan standa í botni. Tá er tað aftur upp til leiðararnar í slíkum samráðingum at brúka sítt sunna vit og skil. Og at hava eitt gott politiskt bakland.
TAÐ er greitt, at vit eru teir minni mentu í hesum leiki, tí Bretland telist millum heimsveldini. Tað skuldi givið onkrum ta fatan, at so mátti tað jú enda við, at vit gjørdust taparar. Men so nýtist ikki at vera í slíkum samráðingum. Tí tað er ikki støddin, sum telur men dugnasemi og tey røttu argumentini. Og eftir øllum at døma - vónandi eru vit ikki ov naivir her, tað vil bara tíðin vísa - so hava vit átt umrøddu eginleikar. Hyggja vit eftir útgangsstøðinum, har bretar kravdu stóran part av føroyska landgrunninum, meðan vit vildu hava eina miðlinjuloysn, so má sigast, at úrslitið kom at vera í tráð við okkara útspæl. At vit so hava fingið minni burtur úr í tí stóru grásonuni fyri sunnan er tað kompromi, sum vit hava verið noydd at gera fyri at fáa bretar at taka undir við miðlinjuprinsippinum - eitt prinsipp, sum í tí sambandi eisini má síggjast í ljósinum av teirra egnu útlegging av miðlinjuni.
VIT kunnu bert siga, at Føroyar við hesi avtaluni eru vornar nógv nógv ríkari. Bert fá ár eftir, at vit í samráðingum við danir fingu rættin til undirgrundina, fáa vit nú eisini rættin til eina undirgrund, sum gongur langt út um føroyska landgrunnin. Hesi bæði - yvirtøkan av ráevnunum og nú eitt miðlinjumark við Bretand, har nærum helvtin av Hvítu sonuni fellur í okkara lut, hava gjørt Føroyar ríkari, ja kanska nógv ríkari, enn vit í dag duga at ímynda okkum. Nú skal ein sjálvandi vera varin við at gera ríkidømi upp bara í pengum og virðum. Tí ríkidømi er so nógv annað eisini. Men nú tosað verður um at kunna fjøltátta okkara vinnulív og harvið fáa eitt lívsgrundarlag, sum stendur á fleiri beinum enn bert fiskivinnuni, er fyrst undirgrundaravtalan við danir og nú marknaavtalan við bretar, tveir týðandi lunnar undir framtíðar føroyska samfelagnum, nú farið verður inn í eina nýggja øld. Latið okkum síggja hetta positivt og latið okkum brúka hetta positivt, men í tí liggur eisini, at vit alla tíðina eiga at vera vitandi um teir vandar, sum kunnu fylgja hesum útviklingi. Einki er bara svart ella hvítt. Tí mugu vit hava eyguni opin og síggja allar nyansurnar. Men Føroyar eru vornar ríkari - tað kemst ikki uttan um. Spurningurin er at duga at umsita og brúka hetta ríkidømi, hesar nýggju møguleikar rætt. Ein kann siga, at rætt varð sett út í kortið av táverandi løgmanni Atla Dam á sinni, nevniliga fyrst at fáa undirgrundina uppá pláss, síðani markið og eftir tað gera avtalur við altjóða oljufeløg um leiting eftir olju.
Sosialurin