Sambandsflokkurin hevði tíðindafund í morgun, har tey løgdu fram valskrá sína til løgtingsvalið 19. januar.
Og skráin var einføld sum so. Fýra høvuðspunkt, har møguleikarnir í altjóðagerðini var eitt, búskaparstýring eitt annað, bleytu virðini og umhvørvið hini bæði.
Men flokkurin gjørdi eisini nógv burtur úr, at sambandið er einasti flokkur, sum framvegis gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum.
Flokkurin sigur í valskrá síni um at gagnnýta møguleikarnar í altjóðagerðini, at dyrnar út í heim til útbúgvingarstovnar og útlendska arbeiðsmarknaðin eru víðopnar. Samstundis skal vinnan hava neyðuga arbeiðsmegi og betri marknaðaratgongd fyri at tryggja búskaparvøksturin. Ríkisfelagsskapurin letur dyr upp, men limaskapur í ES er ein møguleiki, sum skal kannast, so vit kunnu taka støðu til ES-spurningin.
Og víðari sigur flokkurin, at ríkisfelagsskapurin er eitt gott amboð til luttøku í altjóðagerðini og menning av føroyska samfelagnum, til dømis á útbúgvingarøkinum.
Og júst útbúgvingarøkið leggur flokkurin stóran dent á. Møguleikarnir skulu mennast og fjølbroytast. Tað er ein fyrimunur, um okkara ungu taka ymsar útbúgvingar í ymsum londum. Sjónarringurin víðkast og førleikarnir gerast fjølbroyttir, sum flokkurin tekur til.
Búskaparstýring
Sambandsflokkurin hevur sum kunnuggt havt fíggjarmálaráðharran í farna valskeiði, og gjørt varð nógv burtur úr, at landskassin er fullur og búskapurin í blóma.
Tað eru góðar tíðir, og tað er nú, at goymslurnar skulu fyllast, so samfelagið betur kann standa ímóti, tá tíðirnar aftur versna. Tað er tí umráðandi, at førdur verður ein konjukturútjavnandi búskaparpolitikkur soleiðis, at sveiggini í búskapinum verða tálmað við íløgum á fíggjarlógini.
Samstundis verður staðfest, at framleiðsluvirði pr. íbúgva sambært búskaparfrágreiðing og visjónsætlan er væl lægri í Føroyum samanborið við grannalondini. Triðjalandsforðingin minkar um okkara útflutningsvirði, og tí skal arbeiðast fyri at fáa hesa burtur, eins og arbeiðsstyrkin skal økjast fyri at vaksa um búskapin.
Ført varð eisini fram, at kommunurnar eru so at siga skuldarfríar, eins og landskassin fyri fyrstu ferð í langt áramál einki skyldar. So útgangsstøðið at byggja víðari á er gott, sum fíggjarmálaráðharrin málbar seg.
Hann segði esini, at treytin fyri hægri vælferð er ein góð búskaparstýring.
Bleytu virðini styrkjast
Loysunarorðið hjá øllum politisku flokkunum til hetta løgtingsvalið tykist vera bleytu virðini. Og soleiðis er eisini hjá Sambandsflokkinum.
Flokkurin leggur stóran dent á júst hetta, og í valskránni verður nomið við heilsuverkið og útbúgvingar.
Trivnaður, livikor og útbúgving skulu raðfestast hægri enn asfalt og betong. Tí skulu ung og lesandi hava munandi betri umstøður. Skúlar skulu dagførast og útbúgvingarstigið skal hækkast. Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri. Eldraøkið og tey veiku í samfelagnum skulu eisini raðfestast hægri, sigur flokkurin í valskrá síni.
Pensjónirnar skulu hækkast so tær í minsta lagi liggja ájavnt við tær bestu í londunum uttan um okkum, og heilsuverkið skal effektiviserast. Bíðitíðirnar skulu fáast niður so eingin sjúklingi skal bíða meiri enn í mesta lagi tveir mánaðir eftir viðgerð.
Innan skúlaøkið skal hægri fiskivinnuútbúgving setast á stovn, eins og Vinnuháskúlin skal gerast til ein altjóða hægri lærustovn við sjóvinnútbúgvingum.
Sálarliga sjúk skulu hava betri umstøður og psykiatrilógin skal setast í gildi sum skjótast.
Umhvørvið
Seinasta økið, sum flokkurin hevur valt at leggja dent á til hetta løgtingsvalið, er umhvørvið.
Arbeiðast skal fyri at staðfesta Kyoto-sáttmálan, og CO2 útlátið skal minkast munandi. Í tí sambandi skulu krøv setast til serliga nýggj skip, sum koma í flotan, eins og dentur skal leggjast á útgerð og reiðskap, sum skipini royna við. Alt hevur týdning fyri oljunýtsluna, sum eigur at fáast niður so nógv sum gjørligt.
Bjørn Kalsø helt ikki, at tíðin er hin rætta at leggja stórar og gtungar byrðar á fiskiflotan, men upp á sikt eigur eisini tann gamli flotin at verða álagdur at spara um oljunýtsluna.
Somuleiðis leggur flokkurin upp til at veita stuðul til húski, sum vilja skifta oljufýrið út við hitapumpur, men júst hvussu hetta skal gerast, hevur flokkurin ikki nakað endaligt boð upp á.
Somuleiðis stuðlar flokkurin upp undir at ein havgranskingarstovnur skal setast á stovn í Føroyum. Slíkur stovnur er náttúrligur í einum landi, sum liggur har Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, og livir av fiskivinnu, sigur flokkurin í valskrá síni.
Heili 19 valevni vóru møtt til tíðindafundin, sum Sambandsflokkurin sipaði fyri í Sjónleikarhúsinum í morgun