Eingi tilmæli um korona vórðu hildin í Havn í nátt

Fólk stóðu í einum stórum trunka við við skeinkistøðini

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt og løgreglan sigur, at eingi av tilmælunum um koronu, vórðu hildin.

Kappingarárið í fótbólti endaði í gjár og tað hava fólk feirað og tískil leitaðu nógv fólk sær í býin. Eisini løgreglan var vælmannað í býnum og tey kundu staðfesta, at eingi av tilmælunum um koronu, vórðu hildin.

Løgreglan sigur, at fólk trunkaðust saman við skeinkistøðini og mestsum lógu oman á hvørjum øðrum fyri at sleppa inn - og inni var eisini sum sild í tunnu, sum tey málbera seg.

Men tilmælini eru nettupp bara tilmæli, so løgreglan ger einki við at fáa fólk at halda tilmælini, uttan at minna fólk á tey, tá ið tað ber til. Men tað verður kortini viðmerkt í frágreiðingina hjá løgregluni.

Eitt tilmæli frá myndugleikunum í samband við koronu, er, at fólk halda seg minst ein metur frá øðrum fólki, men í støðum har tað verður sungið, ella rópt, skal tað vera minst tveir metrar ímillum fólk. Eitt annað tilmæli er, at fólk skulu, í mesta lagi, vera 100 fólk saman.

Hesi tilmælin vórðu ikki hildin, tí tað var, sum á ólavsøku í býnum í nátt, og fólk stóðu sum sild í tunnu, sum tikið verður til.