Eingin dystur í Klaksvík

Næstbesta liðið hjá HB skuldi seinnapartin havt vitjað í Klaksvík. Men tað hevur ikki verið nakar dystur við Djúpumýru í dag.

HB er á Intertoto Cup ferð í Svøríki, og tað er orsøkin til, at uppgerðin millum næstbestu liðini hjá 104 ára gomlu javnaldrunum er útsett og verður spæld seinni.