Landsverk hevur seinastu árini arbeitt við at eyðmerkja og lýsa tørvin á dagføringum í Skúlanum á Trøðni, men enn er eingin fullfíggjað tørvs- og funktiónslýsing gjørd av námsfrøðiligu og fysisku kørmunum. Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen.
Sambært landsstýrismanninum eru kortini fleiri dagføringar framdar. Millum annað eru vindeygu og hurðar skift, reinsiskipanin til svimjihylin er endurnýggjað, og nýtt reinsiverk er komið. Komandi árini skulu eisini klædningur, úthang og takrennir dagførast, og tvær nýggjar lyftir eru júst bílagdar.
Harumframt er tørvur á nýggjari brunaávaringarskipan og persónstrygdarskipan, men tað krevur serstaka játtan á fíggjarlógini.
Landsverk hevur eisini gjørt eina ítøkiliga ætlan um at bøta um ljóðviðurskiftini í skúlanum. Við einari løgujáttan upp á 2,4 milliónir krónur í 2026 verður umleið ein triðingur av bygninginum dagførdur í summar. Arbeiðið fevnir um nýggj akustikkloft, ljós og gólv við nýggjum linoleumi, og dentur verður lagdur á felagsøki og høli, sum frítíðarskúlin nýtir.
Landsverk umhugsar eisini at seta eyka pengar av í 2027, so arbeiðið við akustikkinum kann halda fram.
Landsstýrismaðurin sigur, at saman við viðkomandi pørtum skal støða takast til, um ein fullfíggjað tørvs- og funktiónslýsing skal gerast. Hann vísir á, at talan er um ein gamlan bygning, har virksemið er nógv broytt síðani skúlin varð tikin í nýtslu, og tí er sannlíkt, at ein slík lýsing verður neyðug sum grundarlag undir komandi dagføringum.











