Eingin ivi um góðkenning

Vestegnens Zoneterapeutskole, sum hevur deild í Føroyum, heldur tað vera løgið, at Rás 2 kann siga í eini sending, at teirra útbúgving ikki er nóg góð og ikki hevur nakra góðkenning. Harumframt fílist skúlin á, at ein tilvildarligur sonuviðgeri verður spurdur um hesi viðurskiftini

 

Málið um Vestegnens Zoneterapeutskole í Føroyum heldur fram. Seinasta leygardag var grein her í blaðnum, har Øivind Solbakk, sum hevur ábyrgd av skúlanum fyri sonuviðgerar í Føroyum, fanst hvassliga at Óla Jákupi Rólantson frá Rás 2 og Odu Andreasen, sonuviðgera.

Orsøkin til at Øivind legði eftir teimum báðum er, at tey í eini sending hjá Óla Jákpi Rólantson á Rás 2, hava sagt, at Vestegnens Zoneterapeutskole í Føroyum ikki hevur nakra góðkenning aðrastaðni, og at skúlin ikki gevur sínum næmingum eina nøktandi útbúgving.

Øivind og skúlin, hann umboðar, kenna seg so niðurgjørdar, at hann ætlar at stevna teimum báðum fyri ærumeiðing.


Skúlans viðmerkingar

Í dagsins blað hevur Vestegnens Zoneterapeutskole, sum Øivind umboðar í Føroyum, sínar viðmerkingar til málið og til sendingina á Rás 2.

Og málið verður ikki umtalað við mjúkum orðum í lesarabrævi.

Skúlin undrast á, at útvarpsstøðin spyr ein tilvildarligan sonuviðgera um viðurskifti, ið snúgva seg um teirra skúla. Harumframt heldur skúlin tað vera ógvuliga løgið, at útvarpsstøðin ikki hevur kannað málið nærri.

? Vit halda, at tað er ræðuligt, at Rás 2 kann siga í eini sending, at okkara útbúgving ikki er góðkend nakrastaðni, at hon ikki er nóg góð og at næmingarnir fáa prógv uppá nakað, ið ikki er nóg gott, sigur skúlastjórin í lesarabrævi.

Víst verður á, at hetta er brot á lógina um ærumeiðing.

Danski skúlastjórin sigur, at hann er góðkendur av fleiri feløgum og sambondum í Noregi og í Danmark. Tey siga, at Øivind Solbakk nýtir tað sama undirvísingartilfarið, sum tey nýta í aðrastaðni. Harumframt er eingin ivi um, at skúlin lýkur treytirnar í sambandi við tímatal, sum Toll og Skattstovan setir.

Skúlin sigur, at hann hevur staðið fyri útbúgving av sonuviðgerum í 15 ár í Danmark, Noregi og í Føroyum. Stjórin á skúlanum slær fast, at henda útbúgvingin er viðurkend og góðkend, og tí kann einki spurnaðartekin setast við hana.