Eingin klárar seg í Superliguni

– Føroyingar eru naivir, um teir halda, at teir kunnu skapa ein fótbóltsdyst ímóti Fraklandi. Vit eiga at venda aftur til gamla mátan, sum vit spældu uppá. Og trúgv mær, tað er eingin føroyskur fótbóltspælari, sum hevði komið beinleiðis frá Formuladeildini á eitt lið í Superliguni í dag – ikki ein. Og tá er torført at dystast við eitt nú franskar heimsstjørnur, sigur Todi Jónsson

Árið er 1991. Tað er mánakvøldið 15. juli. 5.500 áskoðarar eru savnaðir kring ovara vøllin í Gundadali. Á harða graslíkinum hendan frálíka summardagin roynir Turkaland seg í venjingardysti ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum. Seinni hálvleikur er fáar minuttir gamal, tá Føroyar fær fríspark áraka miðlinjuna. Kári Reynheim ger skjótt av og prikar bóltin fyri føturnir á einum klaksvíkingi. Hetta er fyrstu ferð, at hann roynir seg í landsliðshøpi. Men tað sæst ikki. Hann smæðist ikki burtur. Hann er komin í ferð, tá hann hegnisliga sneiðir fyrsta mótstøðumannin. Hesin framsýnti og dugnaligi framherjin hevur kós móti brotsteiginum, eitt sindur í vinstra borði. Óvæntað og við eitt smekkar hann til við vinstra beini. Bólturin fer eftir jørð og í síðunetið handan hjálparleysa turkiska málverjan. 1-0 til Føroyar, og ein nýggj føroysk stjørna hevur sæð dagsins ljós.

Navnið er Todi Adam Jónsson, sum seinni av álvara skaraði fram um øll onnur í føroyskum fótbóltshøpi. Á landsliðnum stóð hann seg væl millum fleiri av heimskendu verjuleikarunum, í FC Keypmannahavn var hann við til at lyfta stóru verkætlanina, og er framvegis mest skorandi leikarin í felagnum. Nú nýtir hann orkuna at fáa FC Amager upp á danska fótbóltstindin.


Naivir

Todi Jónsson var í níti-árunum serstakliga góður stuðul á føroyska landsliðnum. Serliga í mótálopum royndist hann væl, har hann við skjótleika og fram úr bóltførleika var mentur at bjóða øllum mótleikarum av. Verjuleikararnir høvdu altíð eitt vakið eyga við størsta einstaklingin á føroyska liðnum. Framherjin loysti væl sína uppgávu sum drívandi megin í skjótálopunum, sum stríðshugaðu og snarsintu føroyingarnir dúvaðu uppá. Seinastu mongu árini hevur ein tílíkur stórliga vantað á landsliðnum.

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur ikki viljað fast í hesum upplegginum. Heldur verður miðað eftir, at føroyingar skulu mynda dystin. Men tað heldur Todi er púra burturvið.

– Altso, føroyingar eru naivir, um teir halda, at teir kunnu skapa ein fótbóltsdyst ímóti Fraklandi. Tí skuldu vit vent aftur til tað gamla. Eg haldi tað vera stuttligari at síggja føroyingar kempa og verja og royna at vinna 1-0 , enn at vit royna at skapa ein dyst og tapa 5-0. Tess longri vit halda nullið, meira sjálvsálit fáa leikararnir. So er at vera tolin eftir málmøguleikanum – tí hann kemur altíð.

Føroyar eru seinastu árini farið raplandi eftir styrkislistanum hjá FIFA. Todi Jónsson hevur eina loysn, sum kann fáa føroyskan fótbólt á rætta kós.

– Eg meini, at vit skulu fara “back to basic” og arbeiða okkum uppaftur. Tí tað duga vit, sigur Todi Jónsson og minnir á, at vit missa virðing uttanlands, tá ið vit ikki skapa úrslit.

– Og tað eru jú úrslitini sum telja, staðfestir hann.


Pengar ov stórt vald

Jógvan Martin Olsen staðfesti í blaðnum týsdagin, at vinnararnir á føroyska fótbóltslandsliðnum. Viljin hjá eitt nú Allan Mørkøre og Julian Johnsson eru ikki at finna á liðnum longur. Fyrrverandi málrevurin í FC Keypmannahavn heldur tó ikki, at tað er heildartrupulleikin.

Todi Jónsson, hvat slag av fótbóltsleikara manglar á landsliðnum í dag?

– Klárar tú at bjóða av við skjótleika, og hevur viljan, so ert tú komin væl áleiðis. Men tað er ikki heildartrupulleikin. Eg dugi ikki at meta um tað eru ov nógvir pengar í føroyskum fótbólti. Men eg kann staðfesta, at pengarnir eru nóg nógvir til at spælararnir heldur velja at verða í Føroyum, enn at fara uttanlands til eina minni løn, men við møguleika til at gera yrkisleikarar. Pengarnir hava ov stórt vald. Liðini eru trýst: B36, HB og KÍ mugu hava teir bestu leikararnar, um stuðlar og viðhaldsfólk skulu vera nøgd. Føroyskir fótbóltsleikarar hugsa ikki longur enn um dagin í morgin. Fert tú eitt nú til Danmarkar og spennir teg av álvara út í eitt ár, so hevur tú vunnið nógv fleiri pengar um trý ár, enn hvat tú hevur í Føroyum. Tað er sanniliga torført at spæla ímóti heimsstjørnum, tá tú tríggjar dagar framman undan hevur spælt í Formuladeildini. Men hendan hugburðin kunnu hvørki eg ella tú broyta. Tað kann bara tann einstaki fótbóltsspælarin, sigur Todi Jónsson, sum ikki hevur sæð nakran landsdyst hjá Føroyum seinastu árini. Sum búðsitandi í Danmark hevur hann ikki møguleikan til tess.


Fjølmiðlar ávirka

Todi Jónsson er altíð fúsur at samstarva við fjølmiðlar, um okkurt er á vási. Greiðuliga, blíður og beinrakin svarar hann altíð spurningum á skilagóðan hátt. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Tá fyrrverandi landsliðsleikarin skifti til Lyngby vóru føroyingar sera forvitnir, hvussu ungi klaksvíkingurin stóð seg í donskum fótbólti. Men hann vildi ikki gerast til meira, enn hann í veruleikanum var.

– Eg vildi ikki práta við føroysku fjølmiðlarnar. Eg hevði jú einki prógvað. Eg minnist, at Sosialurin og Útvarp Føroya ringdu til mín, men eg hevði einki at siga teimum. Og tað meti eg vera ein stórur veikleiki hjá miðlunum. Bara onkur føroyingur fer uttanlands at royndarvenja, so kanst tú lesa um tað á Portalinum, Vikublaðnum ella aðrastaðni. Tað gevur teimum beinanvegin eitt status, sum leggur óneyðugt trýst á leikaran. Ikki tí, sjálvandi skulu teir gera sítt arbeiði. Tað er rættiliga langur vegur frá royndarvenjing til succes. Ómetaliga langur. Eg góðtaki umrøðu, um leikarin hevur uppiborið tað. Men fert tú sum føroyingur til eitt nú Liverpool í dag at royndarvenja, so vita øll, hvør tú ert, tá tú kemur heim. Og tá kemur trýstið uttanfrá, sigur Todi Jónsson. Hann heldur tað hevði verið betri, um leikararnir fóru til minni feløg at royndarvenja. Har er møguleikin størri fyri succes, enn við at fara til tey stóru feløgini.


Harða vegin

Í 1994 flutti 21 ára gamli Todi Jónsson til Danmarkar. Tað skuldi eitast at verða í lestrarørindum, men eftir trimum mánaðum gavst hann á skúlanum. Fótbóltur vigaði væl hægri enn skúli. Ístaðin arbeiddi hann á gistingarhúsi um næturnar. Soleiðis kundi hann geva seg fult út fyri Lyngby, sum hann var knýttur at.

Óteljandi sveittadropar, tol og gott mót skuldu fyrst og fremst til, áðrenn Todi Jónsson fekk prógva seg. Og tá gekk væl. Longu árið eftir var hann toppskjútti hjá Lyngby.

– Ár framman undan var eg partur av unglingaliðnum hjá AGF í eitt ár, men sum flestu aðrir føroyingar, so fór eg heimaftur. Innast inni var eg sannførdur um, at fótbóltur var mítt. Fyrstu mánaðirnar í Lyngby spældi eg við eykaliðnum, men eg strembaði sjálvandi eftir at sleppa á besta liðið. Og hvønn dag mátti eg prógva meg. Eg visti, at fyrr ella seinni fór tað eisini at eydnast, tí eg vildi veruliga. Eg eri serstakliga glaður fyri ta avgerðina í dag. Eg vil ikki siga, at tað er tann rætti vegurin. Men eg var trýstur, og gjørdist bara betri av at byrja á berum í einum donskum felag. Eg vandi meg við umhvørvið, og við toli og vilja megnaði eg av bjóða teimum bestu í felagnum av, greiðir føroyingurin í Amager frá.

Men Todi Jónsson, eru Føroyar ikki ov lítlar til at fostrað tílíkar fótbóltsstjørnur? Ert tú ikki eitt eindømi, í so máta?

– Nei. Hugsa vit um tíðina seinast í nítiárunum, tá landsliðið var gott, so høvdu flestu landsliðsleikararnir staðið seg í Superliguni. Í dag høvdu teir klárað seg í næstbestu deildini. Jákup Mikkelsen hevur somu søgu sum eg. Føroyskir spælarar hava ikki tol. Í eitt hálvt ár, í øllum førum, verður tú noyddur at troyta møguleikan. Trúgv mær, tað er eingin føroyskur fótbóltspælari, sum hevði komið beinleiðis frá Formuladeildini á eitt lið í Superliguni í dag – ikki ein, sigur fyrrverandi stórskjúttin hjá FC Keypmannahavn.

– Jú, kanska Jákup Mikkelsen, sigur Todi Jónsson at enda.