Eingin kunning um málið

Tá vit tosaðu við umboð fyri andstøðuna mikumorgunin, vildi eingin boða frá síni støðu til uppskotið, sum samgongan legði fyri tingið kl. 16. Orsøkin var, at landsstýrið ikki hevði kunnað andstøðuna um uppskotið fyri tingfundin.
- Tað er undir allan kritik, at samgongan ikki kunnar andstøðuna um innihaldið í uppskotinum, áðrenn fundin. Vit hava ikki havt grundarlag fyri at taka støðu fyri ella ímóti, tá vit ikki hava tilfarið, sigur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum.
Kári P. Højgaard hevur somu grundgeving fyri, hví hann ikki vil geva sína støðu til kennar.
- Eingin kunning hevur verið frá landsstýrinum, og tí skyldar Bjarni Djurholm okkum eina djúptøkna frágreiðing um málið, sigur Kári P. Højgaard, tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin.
- Mær dámar ómetaliga illa at leggja meg út í eina sáttmálatrætu, men vit mugu bíða og síggja, hvussu leikur ferst, sigur Kári P. Højgaard.