Seinastu mongu árini, hevur Njál Djurhuus átt sín avgjørda leiklut í hjartanum av ólavsøkuni
Miðlahúsið setur Njál Djurhuus stevnu úti í Grønlandi í Havn. Aftur í ár hevur Njál Djurhuus leita heim til Føroya. Tað hevur hann gjørt hvørt ár í mong ár nú.
– Eg flutti til Noreg í 1961. Tey fyrstu árini var tað ikki soleiðis, at eg var heima til hvørja ólavsøku, greiðir Njál frá, men skjótt gjørdist tað fastur táttur hjá Njál at leita heim til Føroya á hvørjum ári.
Og hví leitar Njál so heim aftur til Føroya hvørt summar?
– Jú, tað er alskurin til landið og fólkið, sum fær meg at leita heim aftur. Men samstundis hava eg havt lut í tí kristna starvinum, og eg síggi, at á ólavsøku kann tað væl vera brúk fyri mær. Fyrstu ferð Frelsunarherurin í Havn spurdi meg, um eg kundi koma heim og hjálpa teimum á Ólavsøku, játtaði eg at koma heim og hjálpa teimum, og tey hava biðið meg koma heim til ólavsøku, hvørt ár síðani tá.
Fastan leiklut á Vaglinum
Spurdur um hvønn leiklut Frelsunarherurin hevur á ólavsøku, svarar Njál:
- Vit hava havt ein leiklut í nógv ár niðri á Vaglinum, og tann leiklutin haldi eg vera sera týdningarmiklan, undirstrikar Njál. Njál heldur tað er av sera stórum týdningi at koma út har, sum fólkið er.
– Ein stórur trupuleiki hjá mongum kristnum í dag er, at tey hava gyrt seg innanfyri fýra veggir. Nógv trúgvandi halda eisini, at vit ikki skulu blanda okkum ov nógv í fólkalív. Eg síggi júst øvugt uppá tað. Jesus segði, at vit skulu vera salt, og at vit skulu vera ljós í heiminum, og tað skal gera sín virkning, so mugu vit vera millum fólki. Og eg elski at vera millum fólki, sigur Njál avgjørdur. Eg síggi uppá ólavsøkuna, sum ein stóran møguleika hjá okkum í Frelsunarherinum at koma í tal við onnur menniskju. Onnur kristin eru eisini úti við boðskapinum á ólavsøku, og eri eg glaður og takksamur fyri øll kristin, sum eru úti við boðskapinum á ólavsøku. Og vit eru glað fyri at kunngera tað, sum vit halda vera besta boðskapin at boða á ólavsøku. Ólavsøkan er í útgangspunktinum ein kristin hátíð. Á ólavsøku dugi eg at síggja, at har eru ítróttarfólk, og mong onnur sum geva sítt og krevja sítt, og tey eiga allan heiður uppibornan fyri tað. Á ólavsøku skulu vit, sum umboða tann kristna boðskapin sjálvsagt eisini vera við. Vit eiga at standa stinn í starvi, og bera fram ein góðan boðskap til tað føroyska fólkið. Tað verður mangan borið uppá mál, um vit skulu endurnýggja ólavsøkuna. Tað verður eisini róð upp undir, um ein skal endurnýggja tann kristna boðskapin, men kjarnan er altíð hin sama. Tað er boðskapurin um Kristus, sum skal berast út, staðfestir Njál.
Møtir nógvum fólki
Ólavsøkan er eisini eitt gott høvið hjá Njál at møta nógvum fólki.
– Tað er avgjørt eitt gott høvi. Føroyingar leggja øll tíð til síðis, og fara at halda ólavsøku. Tað er ótrúliga hugnaligt at hitta fólk, bæði familju og onnur. Øll eru í góðum lagi, øll eru góð við hvønn annan, og vit heilsa uppá hvønn annan. Tað er altíð stuttligt at hitta góðar vinir á ólavsøku.
Njál eigur bæði børn og barnabørn, sum búgva í Noregi. Tey eru tíðum í Føroyum, og hava upplivað ólavsøkuna, og hava hildið tað vera hugnaligt at uppliva ólavsøkuna. Men tað er øðrvísi fyri fólk, sum ikki eru uppvaksin í Føroyum.
– Hjá mær er rótin føroysk, og rótin verður sterkari við árunum, og kenslan og longsulin heim til Føroya land størri verður sterkari, sum árini fara. Tá juli-mánaður nærkast, so fer okkurt at rørast inni í mær, undirstrikar Njál.
Njál heldur, at hann kann samanberast við ein flytifugl, sum hevur eitt ávíst mál fyri eyga, og málið hevur drigið hann heim til Føroya á hvørjum ári.
– Eg havi hvørja ferð glett meg sum eitt barn at koma heim til Føroya, greiðir Njál frá.
Sjálvur hevur Njál ikki tjóðbúna, hann heldur seg ikki klæða føroysk klæðir.
– Men konan, og fleiri av børnunum hava føroysk klæðir, og tey elska at vera í teimum. Tey brúka tann føroyska tjóðbúna, tá tað til dømis er brúdleyp, ella onkur serstøk veitsla, og einki er so vakurt, sum ein føroyskur búni. Nógvir norðmenn halda eisini, at føroyski búnin er vakur. Tað er eisini flott at síggja, at alsamt fleiri, sum eru á ólavsøku, hava keypt sær føroysk klæði.
17. mai líkist ikki
Spurdur um ólavsøkan kann samanberast við norska tjóðarhátíðarhaldið, sum verður hátíðarhildið tann 17. mai, svarar Njál, at hann heldur ikki, at ólavsøkan og 17. mai kunnu samanberast.
– Ólavsøkan hevur sín serstaka dám, og tað sum mær nú dámar við ólavsøkuni er, at føroyingar royna nú at halda seg til tað, sum er føroyskt, sigur Njál. Njál heldur, at ein má vera varin, ikki bara at taka inn útlendskar siðir.
– Vit hava nóg mikið av føroyskari mentan at oysa av til okkara egnu hátíð. Ein aðalmunur millum 17. mai og ólavsøkuna, er at til 17. Mai verður byrjað tíðliga um morgunin, og har ganga børnini í skrúðgongu framvið norsku kongahjúnunum. Tá tað er liðugt, so fer man til teir ymisku skúlarnar, har foreldrini og ommurnar og abbarnir koma við. Nú eri eg við í abbaflokkinum, og tað er ógvuliga hugnaligt at vera har, og tá er tað nakað serstakt fyri børn. So tað er á ein rættiliga øðrvísi hátt, enn ólavsøkan, staðfestir Njál.
– Men hvør til sítt, norðmenn hugna sær við sínum, og føroyingar hugna sær við sínum. Teir gera tað, sum nakað sum er sertakt fyri børnini, meðan vit í Føroyum gera tað uppá okkara máta, undirstrikar Njál.
Hátíðarligt við skrúðgonguni
Njál vil ikki taka dagar ímillum, hvat er hansara størsta hæddarpunkt við ólavsøkuni.
– Tað er nú hátíðarligt at síggja, tá skrúðgongan fer oman í kirkjuna. Eg haldi eisini tað er serstakliga hátíðarligt at síggja, tá løgtingið verður sett. Hvørja ferð eg síggi løgtingið vera sett, so taki eg hinum almáttuga fyri, at vit liva í einum fríum landi, har vit hava tað gott uppá allar mátar. Eg hugsi ofta um, hvussu gott vit føroyingar hava tað, og at vit kunnu liva soleiðis, sum vit gera. Tað stendur ikki á við fólki hjá Frelsunarherinum á ólavsøku:
– Fólk royna at vera heima, og tað eri eg sera takksamur fyri, og so er tað altíð onkur, sum er heima í Føroyum, sum eisini tekur eina hond í. So eg haldi, at vit eru so væl mannaði, sum vit kunnu vera til ólavsøkuna. Eg má beundra tey, sum ár aftaná ár leggja summarferiuna soleiðis til rættis, at tey eru heima á ólavsøku, við tí fyri eyga at vera her, fyri at hjálpa til. Og áðrenn stóra felagssangin, fer Njál aftur í ár at hava orðið á útifundinum hjá Frelsunarherinum, sum í mong ár hevur verið tann stóra upptaktin til tann stóra felagssangin. Eingin ólavsøka uttan Njál, sum aftur í ár verður tøkur hjá Frelsunarherinum.