Eingin skúlagongd í næstu viku

Øll skúlagongd er avlýst fyri at minka um smittuvandan

Øll skúlagongd í næstu viku er avlýst. Hetta fortelur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú.

Tað var annars meiningin, at nógv fólk skuldu byrja í skúla aftur aftaná summarferiuna næsta hósdag, 13. august. Hetta veri seg eitt nú Glasir og Vinnuháskúlin og aðrir hægri skúlar. Men nú er skúlabyrjanin hjá øllum skúlum, sum skuldu byrja í næstu viku, fyribils útsett til vikuna aftaná - altso 17. ella 18. august. 

Fólkaskúlarnir skulu eftir ætlan byrja 18. august, og enn er eingin ætlan tikin um at útseta skúlabyrjanina hjá teimum.

– Vit brúka komandi vikuna til at fáa nærri yvirlit av støðuni. Mánadagin eru vit uttan iva væl klókari, sigur Jenis av Rana og greiðir frá orsøkini til avgerðina at avlýsa alla skúlagongd í næstu viku.

– Vit hava tikið hesa avgerðina, tí alt er so óvist. Koronasmittan kom so brádliga á okkum aftur. Vit hava ikki yvirlit av, hvussu nógvir næmingar á hægru skúlunum eru smittaðir, og vit kunnu rokna við, at fleiri næmingar og lærarar eru í sóttarhaldi, sigur Jenis av Rana.