Eingin tilburður staðfestur í gjár

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.

 


309 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 229.347 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 655 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tveir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.