Einki at reypa av

Uni Arge helt eftir dystin, at føroyska tapið fyri jugoslavum var alt ov stórt. Óneyðuga stórt

 

Landsliðsprát


Ein av leikarunum, sum kanska ikki stóð so sterkur í myndini leygardagin, var Uni Arge. Mikudagin taldist hann tó avgjørt millum betru føroysku leikararnar. Onkursvegna tóktist áleyparin sterkari og betri upplagdur, men sjálvur helt Uni ikki, at hann kropsliga kendi nakran mun í so máta.

- Eg veit ikki rættiliga. Kanska er tað bara tað, at vit í dag hava væl betri arbeiðsumstøður í álopinum, enn vit høvdu leygardagin. Vit høvdu betri pláss á miðvøllinum í fyrra hálveiki, og tí høvdu betri tamarhald á bóltinum. Sjálvt um teir fingu fýra mál í seinna hálvleiki, so høvdu vit eisini gott pláss á.

- Hinvegin hevur tað ofta víst seg, at tá vit hava nógv spæl, so tapa vit nógv. Eg skal ikki staðfesta nakað, men tað kann vera, at vit fara ov langt fram á vøllin, og verða revsaðir fyri tað.

- Hvussu er og ikki, so eru alt ov nógv mál í hasum dystinum. Tað tóktist sum um runnu teir bara ígjøgnum verjuna. Hví, veit eg ikki ordiliga, men í øllum førum var óneyðugt at tapa dystin 6-0.


Einki at reypa av

Í vikunum undan landsdystunum hevur Uni ikki verið so nógv á besta liðnum hjá HB. Ein lítil skaði hevur forðað fyri hesum, men sambært aleyparanum sjálvum, so var talan ikki um nakað álvarsmál.

- Hatta var ikki nakar beinleiðis skaði. Tað var ein overvan av vøddunum, so hesir kreptu seg. Eg hevði so ein steðg í eina viku, og tað var tað.

Sostatt tóktist hetta ikki vera orsøkin til, at Uni tóktist heldur tungur í dystinum móti Sveis, og tað helt hann so heldur ikki sjálvur. Heldur botnar hetta í fyrsta svarinum. At áleypararnir høvdu ov lítið at arbeiða við tann dagin.

- Tá so er, so kemur tú ikki inn í dystin. Tað tykist kanska, sum um tú einki gjørt til nyttu, og at kalla er burtur úr dystinum, og hevur bóltin ov lítið. Tað er tó ikki altíð, at hetta er tín uppgáva sum áleypari. Viðhvørt skal mann heldur liggja og lúra, tí týdningarmesta uppgávan er at vera til staðar, tá møguleikin er har.

- Móti Sveis komu vit ikki fram á vøllin, og tí hendir einki. Tú roynir at renna, og skerma av, og onkun tíð er mann eisini høgri bakkur, um tørvur á tí. Tað kann vera fínt, um dysturin endar 0-0, men tað er tað so avgjørt ikki, tá tú tapir við einum máli.

Spurdur, um dysturin í dag í so máta var stuttligari fyri áleypara, dugir Uni ikki rættiliga at finna rætta svarið.

- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal svara til handan spurningin. Tað er bara alt ov vánaligt at tapa 6-0 á heimavølli. Um tað so er Jugoslavia ella ikki, kann gera tað sama. Hetta er næst ringasta úrslitið hjá okkum á heimavølli. Hitt var 1-8 móti Jugoslavia, og tað er so einki at reypa av, sigur Uni Arge at enda.


Visti tú at:

Uni Arge er við sjey málum tann leikarin, sum hevur skotið næst flestu málini fyri føroyska landsliðið. Bert Todi Jónsson (9 mál) hevur skorað oftari enn Uni.

Hóast hann sostatt ikki hevur metið hesum viðvíkjandi, so hevur Uni trý onnur met á landsliðnum. Hann er nevnliga tann leikarin, sum oftast er útskiftur í landsdyst. 16 ferðir í 53 dystum er Uni skiftur út, og harafturat er hann eisini leikin, sum oftast er settur inn í ein dyst. Hetta er hent 13 ferðir.

Haraftuar er Uni tann skiftisleikarin, sum oftast hevur verið á máltalvuni. Trý av málunum hjá Una eru komin, eftir at hann er skiftur inn í landsdysti. Bert tveir aðrir leikarar hava skotið mál sum innskiftarar, og eru teir Jan C. Dam og Christian Høgni Jacobsen.