Tvey av føroysku feløgunum í superliguni spældu sunnudagin, men hvørgum eydnaðist at vinna.
Felagið hjá Óla Johannesen, AGF, hevði týðandi botndyst í Vejle, og har vistu teir á liðnum úr Århus, at vunnu teir ikki dystin, duttu teir niður um niðurflytingarstrikuna.
Óli Johannesen spældi ikki við hjá AGF. Hann kom ongantíð á vøllin,og á plássinum, sum Óli hevur spælt seinastu dystirnar, spældi ein nýggjur maður, sum AGF júst hevur fingið úr OB.
Men Jesper Andersen, sum hann eitur, gjørdi ikki góða reklamu fyri sær í fyrsta dysti sínum fyri AGF. Hann hevði stórar trupulleikar av serliga Jesper Mikkelsen hjá Vejle, sum ferð eftir ferð snýtti verjumannin. Tað var eisini Jesper Mikkelsen, sum legði Vejle fram um 1-0 tíðliga í dystinum.
Tað vóru nógvir málkjansir til bæði liðini, og eftir dystin kjakaðust teir báðir venjararnir um, hvat av liðunum hevði fleiri kjansir. Tað var tó greitt, at lættliga kundu komið fimm ella seks mál afturat í hesum dystinum.
Men tað kom bara eitt mál afturat, og tað fekk AGF stutt fyri leiklok. Ken Martin, sum Óli hevur spælt saman við í miðverjuni hjá AGF, sendi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru, og so var stór frøði á útiliðnum.
AGF er framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna, men nú eru trý tey aftastu liðini jøvn við 10 stigum.
FCK tapti ? aftur
Nú eru krepputekin farin at vísa seg í FC Keypmannahavn. Seinastu tveir dystirnar hevur FCK fingið eitt stig burtur úr dystunum, teir hava spælt móti nýggju liðunum í superliguni, og tað er ikki nóg gott hjá felagi, sum ætlar sær at verða millum tey fremstu.
FCK er ikki tað, sum tað ætlar at vera, og menninir í felagnum, sum ofta hava tikið munnin ov fullan, vóru fyri kortum á skeiði, har teir vandu seg at hava við fjølmiðlar at gera. Har fingu teir millum annað at vita, at teir hava lagt ov nógv fyri, tá teir hava verið úti og greitt frá, hvat FCK ætlar.
Framyvir verða teir, ið hava ábygdina í FCK, helst meira varnir, tá teir tosa um málini, teir hava sett sær, men teir hava ivaleyst trupult við at fjala út yvir tey vónbrot, sum teir ferð eftir ferð fáa.
Sunnudagin spældi FCK í Esbjerg, og hóast liðið hjá Toda Jónsson hevði nógvar málkjansir fingu teir einki mál. Hinvegin kláraði Esbjerg at skora tvær ferðir, og so vunnu teir kanska eitt sindur óuppiborið.
Størsta møguleikan at skora fekk FCK, tá Todi Jónsson var togaður um koll í brotsteiginum, júst sum hann var vorðin leysur. Dómarin dømdi brotsspark, men tað misnýtti Niclas Jensen.
Annars fóru stórir kjansir til bæði Thomas Thorninger og David Nielsen, men teir kláraðu ikki at gera mál. Todi hevði ikki nakran stóran møguleika, og aftur hesaferð var hann millum teir bestu á sínum liði. Hann hevði eina góða roynd eftir fríspark, men skotið varð blokerað av Esbjerg-málverjanum.
? Vit spæla væl, men fáa bara ikki mál. Thomas Thorninger og David Nielsen høvdu fleiri 100% kjansir, men kjansirnir skulu ivaleyst verða 400%, áðrenn vit skora, segði ein vónbrotin Kim Brinck eftir dystin, og FCK-venjarin greiddi ikki frá, hvussu hann ætlaði at skipa so fyri, at FCK kundi fáa tað, hann kallaði 400% málkjansir?
Jákup í gjárkvøldið
Jákup Mikkelsen spældi ikki sunnudagin. Í gjárkvøldið (eftir okkara evstamark) skuldi Herfølge spæla rættiligan toppdyst móti AB. Hesin dysturin var í Herfølge, og tað liðið, sum vann, kundi leggja seg á odda.
Undan dystinum var Brøndby nummar 1, eftir at teir vunnu 4-1 á Viborg sunnudagin. Viborg, sum hevur staðið seg væl fyrr í ár, er nú komið í andróður. Teir løgdu harðliga fyri á Brøndby Stadion, og kundu havt skora okkurt mál fyrsta hálva tíman. Heimaliðið, sum spældi illa hendan partin av dystinum, tók yvir í seinna hálvleiki og skoraði ikki færri enn 4 mál. Viborg fekk eitt troystarmál, tá Brøndby-verjan gjørdi stórt mistak móti endanum av dystinum.
Silkeborg og Lyngby vunnu eisini sínar dystir móti ávíkavist OB og AaB.