ÍF og KÍ byrjaðu landskappingina á lágum blussi, og dysturin teirra millum í Fuglafirði endaði eisini uttan mál, 0-0.
Dysturin var rímiliga javnur við eini lítlari yvirvág til heimaliðið, sum eisini hevði størstu kjansirnar í fyrra hálvleiki.
Men Gunnar á Steig var uttan iva besti maður hjá klaksvíkingum sunnudagin. Heilar tríggjar ferðir komu fuglfirðingar leysir ímóti honum, men tríggjar ferðir fekk KÍ-málverjin oyðilagt málmøguleikan hjá teimum.
Størsti málmøguleiki hjá KÍ í fyrra hálvleiki fall til Olgar Danielsen, sum eftir eitt væl spælt álop endaði við at skalla móti málinum, men bólturin endaði uttanfyri.
ÍF byrjaði rættiliga defensivt, ivaleyst í eini roynd at lokka KÍ fram á vøllin. Teir ansaðu væl eftir Marek Wierzbicki, sum hevur víst seg at vera eitt sera stórt aktiv hjá KÍ á miðjuni, síðani hann kom til Klaksvíkar fyrr í ár frá FS Vágum.
ÍF-venjarin Piotr Krakowski veit eisini, hvat Marek er fyri ein, tí saman hava teir spælt við bæði B71 og FS Vágum.
Tað tarnaði eisini KÍ eitt sindur, at Marek og eisini Arnold Joensen fingu persónligar uppvartarar.
Tað bleiv nógv til langar bóltar fram til Olgar og Heðin á Lakjuni, men hvørgin teirra fann vegin til meskarnar sunnudagin.
Í seinna hálvleiki fekk Kurt Mørkøre ein góðan møguleika, tá ÍF-verjan trekti út, men ikki megnaði at fanga Kurt rangstaddan. Men Kurt skallaði beint á Erling Joensen í ÍF-málinum, og heldur einki kom burtur úr ta ferðina.
Annars var dømingin í Fuglafirði sunnudagin stak góð. Dysturin var javnur, men ikki hart spældur, og spælararnir høvdu heldur einki at seta á dømingina, sum Petur Erhard Kjærbo úr Sumba hevði um hendi, og sum hann kom sera væl burturúr.
Næsta sunnudag skal ÍF til Sumbiar, har teir hava spælt eina ferð fyrr í ár. Tað var í steypakappingini beint áðrenn páskir, og tá vunnu fuglfirðingar 4-2.
KÍ fær vitjan av føroyameistarunum úr B36, sum ikki hava tapt landskappingardyst í Klaksvík síðani í 1991, tá KÍ vann 3-0. Í fjør vann B36 4-2, men í ár eiga bæði liðini enn sítt fyrsta mál í landskappingini til góðar, hóast tey hava verið røsk at gera mál í steypakappingini.