Einki sást til gummibeinini í Klaksvík

Páll A. Klettskarð var trífaldur málskjútti, tá ið KÍ fyri fyrstu ferð í trimum heimadystum skoraði og vann trivaligan heimasigur

Fyrra royndin hjá KÍ ímóti EB/Streymi í fýra dagar eydnaðist væl. Eftir tveir málleysar javnleikir á heimavølli glapp tað aftur hjá FM favorittunum, sum vunnu 6-2, og sum nú eru seks stig omanfyri NSÍ, sum er næsti avbjóðarin.

 

Mikukvøldið verður aftur dystur millum KÍ og EB/Streym. Tá verður tað í Hólmanum á Eiði.

 

Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál fyrsta stóra hálva tíman, og tá sá tað út til, at tað bara var spurningur um, hvussu trivalig heimaleiðlsan fór at verða. Men so var René Shaki Joensen, ið var sentralur miðvallari, nú Jákup B. Andreasen var leikbannaður, óskettin, tá ið hann royndi seg við afturlegging. Málverjin var staddur eitt sindur til høgru fyri tóma málið, sum bólturin trillaði í.

 

2-1 og tað kendist vera opið, tá ið spælararnir eftir hvíldina aftur vóru á vøllinum.

 

Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Patrik Johannesen um munin til 3-1, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Hetta var 11. málið hjá Patrik Johannesen í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani 31. mai, at hann var málskjútti í landskappingini.

 

Eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg úr høgru sneiddi Páll A. Klettskarð bóltin í málið til 4-1 og harvið hevði hann skorað hattrikk. Páll A. Klettskarð hevur nú skorað 20 mál í ársins landskapping.

 

U-21 landsliðsspælarin Virgar Jónsson minkaði um munin til 4-2, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru og við høvdinum sendi bóltin í málið. Tá restaði eitt korter, og 10 minuttir seinni var tað Daniel Johansen, sum við fínum skoti úr vinstru setti bóltin í EB/Streyma málið. Tað var eftir innlegg úr høgru, og tað var eisini eftir innlegg úr høgru, at innskifti Mads Bo Mikkelsen hegnisliga staðfesti trivaliga 6-2 sigurin.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur 6-2 (2-1)

 

1-0: Páll A. Klettskarð

 

2-0: Páll A. Klettskarð

 

2-1: Sjálvmál

 

3-1: Patrik Johannesen

 

4-1: Páll A. Klettskarð

 

4-2: Virgar Jónsson

 

5-2: Daniel Johansen

 

6-2: Mads Bo Mikkelsen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø  – Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Virgar Jónsson, Óli J. Poulsen – Gutti Dahl-Olsen